Førdi politikkurin fer at føra til harðari lønarkrøv

Eftir skattlættanum, sum ætlanin er at seta í verk, verða tað framvegis lág- og miðalinntøkurnar, sum skulu bera tær tyngstu byrðarnar, segði Ingeborg Vinther á aðalfundinum í Føroya Arbeiðarafelag í gjár

? Lat tey, ið orka best, bera tær tyngstu byrðarnar.
Hetta var ein boðskapur frá Ingeborg Vinther til Landsstýrið á aðalfundinum í Føroya Arbeiðarafelag í gjár og í dag.
Í ársfrágreiðingini, sum hon legði fyri fundin fyrrapartin í gjár, fýltist hon á skattalættan, sum samgongan ætlaði at seta í verk.
Hon vísti á, at skattalættin ger ongan mun tí samstundis verða fleiri og fleiri brúkaragjøld løgd á fólk. ? Sostatt er skattalættin longu etin upp av øktum brúkaragjøldum. Og sostatt verða tað framvegis lág -og miðalinntøkurnar, sum koma at bera tær tyngstu byrðararnar, segði Ingeborg Vinther.

Ger ikki krøvini linari
Ingeborg Vinther leggur dent á, at skattalættin, sum samgongan ætlar at seta í gildið, fer ikki at ávirka lønarkrøvini, sum fara at verða sett, nú samráðingarnar byrja um ein góðan mánað.
Í hvussu so er fer skattalættin ikki at gera krøvini linari.
Í ársfrágreiðingini segði hon at tvørturímóti fer tann førdi politikkurin at føra við sær, at tað verður enn meiri neyðugt at hækka lønirnar.
Hon vísti á, at politiska rákið gongur alt meira tann vegin,at almennar tænastur skulu einskiljast.
? Hetta verður gjørt í smáum fyri at brúkarin kanska ikki skal leggja tað so væl til merkis, men veruleikin er, at land okkara er við at gerast eitt samfelag við alsamt fleiri brúkaragjøldum.
Hon segði, at soleiðis er rákið eisini í grannalondum okkara.
? Men hendan gongdin kann als ikki brúkast í okkara samfelagi.Tvørturímóti skulu vit halda fast við eitt samhaldsfast samfelag,og tænasturnar, sum borgarar okkara skulu hava fyri at liva eitt gott lív, skulu vit øll gjalda. Heldur hetta rákið, sum nú hevur tikið seg upp, fram, syndrast tað
samhaldsfasta samfelagið, ella tað sum er eftir av tí.

Vita ikki hvat teir gera
Hon spurdi um politikararnir ikki vistu, hvat teir gjørdu, tá ið teir halda fast um, at skattalættin er
so munagóður, at fakfeløgini skuldu halda aftur ella sleppa øllum lønarkrøvum.
? Fyrst á leggja teir okkum brúkaragjøld , sum frammanundan hava etið allan skattalætta upp og so verður afturhald kravt í lønarkrøvunum. So spurningurin er um teir vita, hvat teir gera.
Hon segði, at endamálið hjá politikarunum er fyrst og fremst at býta skattabyrðuna rættvíst so a tey ið orka best, bera tær tyngstu byrðarnar.
Hon veit væl, at skulu vit hava eitt samhaldsfast samfelag, er tað neyðugt at krevja skatt,
? Men tað nyttar lítið við skattalættum, tá ið skattaborgarin situr eftir við brúkaragjøldum í hópatali.
? Tá er lítið vunnið. Og eitt mugu bæði politikarar og arbeiðsgevarar gera sær greitt,og tað er, at ein skattalætti í staðin fyri eina lítla lønarhækking, ið verður tikin inn aftur við brúkaragjøldum, fer ikki at gera lønarkrøvini linari.
?Kanska fer tann førdi politikkurin tvørturímóti at herða lønarkrøvini, tí so hvørt,sum brúkaragjøld verða løgd á, verður neyðugt at hækka lønirnar. Tað er eyðsæð,og tað áttu landsins myndugleikar at skilt, sigur Ingeborg Vinther.