Færeyinga Saga út á fornmálinum

Íslendskt forlag gevur í hesum døgum út Føroyingasøgu á frummálinum, sum hon varð skrivað í Íslandi tíðliga í 13. øld. Útgávan er prentað serstakliga føroyskum lesarum og hevur føroysk inngangsorð.

Útgávan, sum kemur á gøtuna í dag, er partur av 25. bindi í ritsavninum Íslenzkum fornritum hjá Hið Íslenzka Fornritafélag, ið hevur givið út íslendingasøgur síðani 1933. Í ritstjórnini fyri ritsavnið sita Þórður Ingi Guðjónsson og Jónas Kristjánsson, og Ólafur Halldórsson, handritafrøðingur, hevur skrivað hesa útgávuna av Føroyingasøgu.
 
Á bakinum á útgávuni stendur eitt nú, at Føroyingasøga er søga um gøtuskeggjar, føroyska høvdingaætt, ið heiti bar eftir Gøtu í Eysturoy. Fyrstir av teimum ættmonnum, ið nevndir eru í søguni, er Torbjørn gøtuskeggi, faðir Tróndar, ið er høvuðspersónur søgunnar.
Víðari stendur, at ivaleyst munnu mangir føroyingar hava hug at lesa hesa merkisverdu fornu søgu á hennara íslendska frummáli, sum stendur føroyskum nútíðarmáli rættiliga nær. Harumframt kann útgávan við sínum vandaðu lýsingum og greiniliga inngangi eftir Ólaf Halldórsson, handritafrøðing, verða støði undir nýggjum rannsóknum og týðingum av søguni í Føroyum.