Føringurin gevst - hini størri ábyrgd

Nú Føringur er givin verður ábyrgdin hjá hinum bløðunum so mikið størri. Sosialurin roynir eisini við Internetsosialinum at dekka marknaðin

Í gjár frættist, at eitt av føroysku bløðunum - Føringurin - sum serstakliga var ætlaður føroyingum í Danmark og øðrum londum - legði árarnar inn. Orsøkin: ov lítil undirtøka tvs. at blaðið fekk ikki teir haldarar, sum skuldu til fyri at fáa blaðið at bera seg fíggjarliga. Tað er altíð spell, at nýggj og góð tiltøk detta niðurfyri. Hóast blaðið í ávísan mun var kappingarneyti okkara í eitt nú Danmark, so er tað okkara uppfatan, at tað er gott við sunnari kapping. Ein skuldi annars trúð, at tørvur var á einum slíkum blað, sum serstakliga vendi sær til teir mongu føroyingarnar, ið arbeiða og eru búsitandi uttan fyri Føroyar.


HINVEGIN kann ein so siga, at jú færri bløð eru á sera lítla og avmarkaða marknaðinum í Føroyum, tess størri møguleika hava tey, sum eru eftir, at yvirliva. Ikki bert lesaraskarðin er avmarkaður, tað eru lýsingarnar eisini. Og tað er greitt, at finnast tað nógv bløð, sum øll skulu hava fatur á lýsingunum, so verður lítið í part ella úrslitið verður - og tað var støðan fyri bert fáum árum síðani - at Dimmalætting sum størsta ávísin fer avstað við so gott sum øllum lýsingunum. Har er vent í holuni.


TAÐ er møguligt, at brúk er fyri fleiri bløðum í Føroyum enn teimum verandi, tí tað tænir demokratiinum. Hinvegin vísa royndir alla staðni frá, at tú kanst ikki halda lív í fleiri bløðum, um marknaðurin er so lítil sum okkara. Men tað er gott við kapping, og tað er eingin ivi um, at bæði Dimmalætting og Sosialurin hava hugt eftir, hvussu teir á Føringinum hava sett út í kortið, og at bæði bløðini hava kanska ikki sørt stúrt fyri, at hetta blað kanska fyrr ella seinni skuldi fáa veruligt fótafesti her heima eisini, soleiðis at tað bleiv eitt blað fyri allar føroyingar kring alla klótuna. Tann vandin er so burtur nú í hvussu er.


HETTA er annars tað, sum bæði Sosialurin og Dimmalætting royna at røkka, men sum tey bert hava megnað lutvíst. Tí var her eitt tómrúm, sum Føringurin sá sær ein møguleika at fylla út - og kundi tað so vera springfjølin til heimlandið, so var tað jú sakin. Men soleiðis skuldi tað ikki ganga. Hetta hevur hvørki við ódugnaskap ella manglandi innsats frá teimum, sum góvu blaðið út, at gera. Tað er bert ein staðfesting av, hvussu torført tað er at bróta upp úr nýggjum í føroyskari blaðútgávu.


HONDINA á hjartað -samstundis sum vit halda hetta vera stórt spell, tí hetta blað hevði heilt givið spískaðog hækkað støðið í føroysku blaðverðini, nakað sum alla tíðina er neyðugt, so er tað eisini ein sannroynd at við nógvum bløðum á marknaðinum er torførari at fáa inntøkur til at kunna gera íløgur í framtíðina við dýrum teknikki og ikki minst fleiri útbúnum starvsfólkum


MEN eitt herðaklapp til tykkum, sum tóku hetta óvanliga men sera spennandi stigið. At tit so eru givnir við hesum tiltaki kann kanska koma øðrum til góða í og við, at føroyska samfelagið her fær heimaftur nakrar fínar journalistar. Tað er tað so sanniliga brúk fyri. Tit skulu vera vælkomin heimaftur í heimligu fjølmiðlaverðina. Tað er greitt, at nú Føringurin er givin, so leggur tað enn størri ábyrgd á verandi bløð í Føroyum. Uppgávan hjá okkum at geva føroyingum uttan fyri landoddarnar innlit í og upplýsingar um gongdina heima verður so mikið størri. Sosialurin fer at royna at liva upp til hesa ábyrgd og nettup av hesi orsøk leggja vit í løtuni stóra orku í at menna okkara internetblað. Sohvørt telda og internet verður ein alt meira vanligur partur av húsarhaldinum eins og komfýrar, køliskáp, sjónvarp og telefon eru tað, verður eftirspurningurin eftir tænastum eitt nú tíðindum á internetinum, størri og størri. Tað er henda eftirspurningin, sum Sosialurin longu fyrireikra seg til. Nettup í dag er okkara Internetblað1 ár, og í hesum sambandi hava vit gjørt eina nýggja forsíðu, bæði í útsjónd og til innihald. Taðer vón okkara, at vit við hesum verða við til at fylla tað tómrúm út, sum verður eftir Føringin og annars at taka á okkum ta stóru uppgávu, sum er at røkka út til allar føroyingar allataðni kring heim