a) at royna arbeiðsevnini hjá arbeiðstarnaðum við atliti til meting um møguleikar (arbeiðs/vinnuroyndir) hjá tí einstaka at arbeiða,
b) at menna arbeiðsmøguleikarnar hjá arbeiðstarnaðum sum heild,
c) at skipa fyri arbeiðsvenjing, endurútbúgving og umskúling, so vinnutarnað aftur kunnu fara til arbeiðis,
d) at skipa fyri fakligari útbúgving handaliga ella bókliga av arbeiðstarnaðum,
e) at skipa fyri vinnuligum vardum arbeiði fyri avlamnum, sum ikki hava førleikan at arbeiða í vanligari vinnu,
f) at stuðla arbeiðstarnaðum at fáa til vega tilfar til at virka og til at selja vørur, tey virka.
Hendan vinnan eigur ikki at geva óhóskandi kapping. (Leysliga endurgivið úr ALV-viðtøkunum).
Serliga umráðandi verður, at øll medvirka at betra um hugburðir, ið skapa praktiskar loysnir, og slætta vegin hjá vanligum vinnurekandi í góðum hýri at taka vinnuskerd fólk í arbeiði. Tá ið vinnurekandi fáa nyttu og gleði av teimum vinnuskerdu, tá fer arbeiðsgleðin so sanniliga at ganga báðar vegir! Eitt tilfeingið sum fá hildu vera trúligt kann vakna!
Vónandi taka øll sum eru uppstillaði hetta økið til sín sum sítt hjartamál. Tá er vón um at býráðið íðiliga fer til verka. Ein partur kann verða at sýna teimum vælvild, sum serliga arbeiða fyri økinum. Til dømis við at vísa á ítøkiligar møguleikar sum kommunan hevur og er sinnað til at luttaka í.
Jónas Johnsson
valevni hjá Sjálvstýrisflokkinum