Føroya Arbeiðarafelag er er av álvara farið at brynja seg til eina komandi oljuvinnu.
Men tað eru eisini fleiri onnur, føroysk fakfeløg farin at gera og tey hava nú tikið seg saman í eitt samstarv um, hvussu tey skulu skipa seg í eini komandi oljuvinnu.
Í ársfrágreiðingini til aðalfundin í Føroya Arbeiðarafelag fríggjadagin og leygardagin, sigur Ingeborg Vinther, at saman við øðrum fakfeløgum, tók Føroya Arbeiðarafelag upp samstarv við norska fakfelagið í oljuvinnuni, NOPEF (Norsk Olje- og Petrokjemisk Fagforbund).
? Teir vórðu bodnir at koma henda veg á vitjan í fjør summar. Tvey umboð fyri felagið vóru her.
Fingið nógv at vitan
Ingborg Vinther sigur, at ætlanin við hesum samstarvi er at fáa vitan frá teimum um ymisk viðurskifti innan oljuvinnu, eitt nú sáttmálaviðurskifti, trygdarskipanir o.s.fr.
? NOPEF skipar fakfelagsliga allar greinar innan oljuvinnu líka frá gólvi til topp.
? Vit fingu nógv at vita um viðurskiftini innan oljuvinnu og feløg teirra, eisini góð ráð um, hvussu vit skulu bera okkum at, tá oljuvinnan einaferð tekur seg upp her heima.
Hon sigur, at eitt, sum er púra greitt, at tekur ein oljuvinna seg upp, er tað neyðugt, at tey fakfeløg, ið fara at hava limir í oljuvinnuni, mugu finna saman í tøttum samstarvi, helst í ein felagsskap, sum umboðar allar limirnar.
Hava gjørt samstarv
Formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag sigur, at nøkur feløg á privata arbeiðsmarknaðinum hava tikið samstarv upp um, hvussu vit skulu skipa okkum í einari komandi oljuvinnu.
? Uppskot til tætt samstarv er gjørt, og nevndirnar í feløgunum fara at hava fund í næstum um, hvussu vit endaliga skulu skipa hetta samstarv.
? Annars er gott samstarv millum flestu feløgini bæði á privata og almenna arbeiðsmarknaðinum.
? Øllum feløgunum man vera greitt, at vit røkka longst við samstarvi.
? Vit hava hin sokallaða sjeymannabólkin, ið umboðar bæði privata og almenna partin, og ikki kann sigast annað, enn at hetta samstarv hevur vignast væl. ? Hvønn partin, vit so enn umboða sum fakfelag, fara kortini altíð at verða nógv felagsmál, ið vit kunnu samstarva um.
Eisini norðurlendskt samstarv
Ingeborg Vinther sigut, at samstarvið við Nordisk Union, ið vit eru limir í, hevur eisini gingið væl higartil.
? Tað, sum í løtuni verður arbeitt við, er at fáa Nordis Union. og Nordisk Union innan hotel og matstovur løgd saman í eina norðurlendska unión.
?Vit hava havt ein fund, har tosað hevur verið um, hvussu hetta kann gerast. ? Tað kemur sjálvandi at taka sína tíð, men ein samanlegging fer at verða øllum pørtum ein styrki.
? Eisini hava vit samstarvast í V.N. millum Føroyar, Ísland og Grønland. ? Hetta er eitt samstarv, sum hevur stóran týdning í at styrkja bondini millum londini.
? Ársfundurin hjá VN verður í Føroyum í ár.
Í løtuni er Ingeborg Vinther formaður í felagsskapinum.
? Skift verður millum londini, so í ár tekur Grønland við formansskapinum. ? Vit hava ætlanir um at fáa samstarvið enn breiðari, so at vit eitt nú kunnu senda álitisfólk ella nevndarlimir á vitjan landanna millum.
? Eitt aðalmál hjá fakfelagsrørsluni er at samstarva, læra av hvørjum øðrum, vísa samstøðu, solidaritet. ? Hetta kann stundum vera nóg so torført, sum mangan hevur givið at bíta her á landi.
? Vónandi kemur broyting í nú tann rætta vegin, sigur Ingeborg Vinther