Føroya Arbeiðarafelag fekk ein nýggjan nevndarlim á aðalfundi felagsins um vikuskiftið.
Á aðalfundinum stóðu fýra av teimum sjey nevndarlimunum fyri vali. Teir vóru Agnar Olsen úr Hósvík, Georg F. Hansen úr Miðvági, sum er næstformaður, Sunrid Vang úr Froðba og Margretha Rasmussen úr Fuglafirði.
Margretha Rasmussen boðaði frá, at hon tók ikki við afturvali og í hennara stað var Elin Sørensen úr Havn, vald.
Hon hevur arbeitt á skrivstovuni í Føroya Arbeiðarafelag í 10 ár og hevur verið limur í felagnum alla tíðina og hon var tiltakslimur í gomlu nevndini.
Hini trý í nevndini vórðu øll afturvald og somuleiðis var Georg F. Hansen afturvaldur til næstformann.
Hinir nevndarlimirnir í Føroya Arbeiðarafelag eru Ingeborg Vinther, forkvinna, Karla Einarsson úr Rituvík og Jógvan Páll Johansen úr Haldórsvík.
Fyrsti tiltakslimur er nú Dora Mikkelsen úr Gøtu, annar tiltakslimur er Julia Hansen, úr Æðuvík og triði tiltakslimur er Kristian Joensen úr Leirvík.