Sigurd Poulsen
Jørn Astrup Hansen hevur grein í Sosialinum fríggjadagin 13. juli 2001 sum uppfylging av kanning, sum Grannskoðaravirkið INPACT hevur gjørt av rentutilskriving landsbankans eftir umbøn frá Fíggjarmálastýrinum. Greinin endurtekur nakrar skeivleikar, sum landsbankin við hesum fer at fáa aftur á beint.
Avkastið hjá landsbankanum betur enn hjá peningastovnunum.
Føroya Banki hevur nú fleiri ferðir ført fram, at landsbankin bert gevur 3 % í rentu, meðan Føroya Banki kundi givið landskassanum 5 % í rentu.
Kanningin hjá Grannskoðaravirkinum INPACT vísir hinvegin, at samlaða avkastið av landskassans innistandandi í landsbankanum seinastu 5 árini hevur verið 4,93 % í meðal.
Kanningin vísir eisini, at: ? burtursæð frá 1999 hevur landsbankin betri meðalavkast enn føroysku peningastovnarnir undir einum.?
Grannskoðaravirkið kemur tí til ta niðurstøðu, at: ?tað er tí ikki grundarlag fyri at staðfesta, at peningastovnarnir við einari peningarøktaravtalu høvdu givið landskassanum størri avkast í tíðarskeiðnum 1996-2000, enn tað avkast landsbankin samanlagt hevur givið landskassanum í tíðarskeiðnum.?
Landsstýrið hevur ikki inngoldið eginkapitalin.
Ein og hvør fíggjarstovnur hevur fyri neyðini ein ávísan eginpening fyri at vera førur fyri at taka váða av sínum íløgum. Av tí, at landsstýrið valdi ikki at inngjalda eginpeningin frá byrjan av virksemi landsbankans, so hevur landsstýrið goldið eginpeningin við at lata ein part av avkastinum verða standandi í landsbankanum.
Landsbankalógin er frá 1978. Hon ásetur, at stovnsfæið er 50 mió kr, sum landskassin útvegar við ábyrgdarskylduskjali. Tað vil siga eingin inngoldin eginogn, men lógin fyriskrivar, hvussu konsolidering av bankanum skal fara fram. Landsbankin fór at virka í 1988 og tað núverandi fíggjarvirksemið byrjaði í 1993. Í 1993 var rentuberandi eginognin lítil og eingin og enn er hon í minna lagi. Rentuberandi ella inntøkuskapandi eginognin, er so at siga høvuðsframleiðslutólið hjá einum fíggjarstovni, tí at tað er henda eginognin, sum ger stovnin føran fyri at taka fíggjarligan váða og samstundis viðlíkahalda virðið á eginognini.
Hevði rentuberandi eginogn landsbankans í dag verið nútíðarvirðið av 50 mió 1978-krónum, so hevði landsbankin betri kunna tikið íløguváðan og samstundis optimerað avkast og gjaldføri. Samstundis hevði landsstýrið fingið høvuðspartin av landsbankans avkasti útgoldið sum renta ella sum yvirskot. Rentuberandi eginogn landsbankans er tí ein íløga hjá landskassanum, sum skapar meirvirði, og ikki ein kostnaður, sum Føroya Banki ger tað til. Annað er, at tað hevði verið skilabetri av landsstýrinum, at konsolidera landsbankan við einum kapitalinnskoti enn at konsolidera hann yvir raksturin, tí at tað tekur ov langa tíð.
Var eginkapitalurin inngoldin, hevði landsbankin goldið landskassanum útvið 5 % í avkasti.
Landsbankin hevur ongantíð fingið gjaldføran eginkapital inngoldnan. Eginpeningur landsbankans er komin uppá 120 mió. kr., við at ein partur av avkasti landskassans er vorðið standandi í landsbankanum. Til samanberingar skal nevnast, at landskassin gjøgnum Fíggingargrunnin hevur goldið 2700 mió. kr. til eginpening í Føroya Banka.
Hevði rentuberandi eginogn landsbankans verið t.d. 200 mió. kr. árini 1996-2000, hevði landsbankin goldið landskassanum útvið 4,93 % p.a. í meðal sum rentu og yvirskotsbýti.