Úrslitið hjá Føroya Banka fyri skatt fyrstu níggju mánaðirnar í 2009 var 146 milliónir krónur. Inntøkurnar frá banka- og tryggingarvirkseminum hækkaðu úr 288 milliónir krónur upp í 371 milliónir krónur ella 29 prosent. Úrslitið triðja ársfjórðing var 58 milliónir fyri skatt samanborið við 22 milliónir krónur sama tíðarskeið í 2008, sigur Føroya Banki í tíðindaskrivi.
- Vit hava havt støðuga framgongd fyrstu níggju mánaðirnar í ár, og samstundis hava vit gjørt til veruleika fleiri stig at altjóðagera bankan, millum annað við at keypa meirilutan í íslendska tryggingarfelagnum Vørði og at fara at bjóða út realkredittfígging í Føroyum í samstarvi við danska realkredittfelagið DLR, sigur Janus Petersen, forstjóri í Føroya Banka.
Føroya Banki hevur í triðja ársfjórðingi fingið 204 milliónir í hybridum kjarnukapitali úr Bankapakka II og er farin at bjóða út pensjónsloysnir á danska marknaðinum. Bankin hevur havt samband við 5.000 danskar fyritøkur, og móttøkan higartil hevur verið góð.
Solvensurin hjá Føroya Banka var 30. september 25 prosent. Gjaldførið var 234 prosent ella hálva aðru ferð yvir lógarkravið.
Útlán bankans vóru 30. september í ár 7,3 mia. kr. samanborið við 7,7 milliardir sama tíðarskeið í fjør. Innlán bankans vóru 5,4 milliardir, ið var tað sama sum somu tíð í fjør.
Eginpeningur bankans er nú 1.620 milliónir krónur.
Í ársroknskapinum fyri 2008 væntaði Føroya Banki, at úrslitið í 2009 fór at gerast millum 165 og 195 milliónir fyri skatt, virðisjavnan og útreiðslur í sambandi við bankapakkarnar.
Bankin heldur fast við hesa meting, upplýsir bankin eisini.