Føroya Banki góða rating frá Moody’s

Sum fyrsta føroyska fyritøkan er Føroya Banki vorðin rataður av altjóða ratingfyritøkuni Moody’s. Og Janus Petersen, forstjóri, er væl nøgdur við ratingina A3, sum er eitt sjeynda pláss út av 28

Tá Føroyar 4. mars í ár blivu rataðar av altjóða ratingfyritøkuni Moody’s, lat tað samstundis eisini dyrnar upp fyri, at føroyskar fyritøkur kundu ratast.

Og hendan møguleika hevur Føroya Banki sum fyrsta føroyska fyritøka tikið av. Teir hava heitt á Moody’s um at rata bankan, og í dag varð ratingin so almannnkunngjørd.

Vit eru væl nøgdir við ratingina A3, sum er ein rating, ið aðrir góðir, smáðir bankar fáa, sigur Janus Petersen, forstjóri í Føroya Banka.

Sambært Moody’s er styrkin hjá bankanum at parturin á heimamarknaðinum er stórur, umleið 40% av inn- og útlánunum, og sum ein lokalur banki hevur hann fyrimun av tøttum samstarvi við kundarnar. Eisini virkar bankin sum »clearing« banki fyri hinar bankarnar í Føroyum.

Somuleiðis nevnir Moody’s, at Føroya Banki nýliga hevur sett á stovn dóttirbanka í Keypmanahavn, men vísir samstundis á, at kappingin á danska fíggjarmarknaðinum er hørð.

Moody’s metir leiðsluháttin í bankanum at vera nøktandi, men kortini ikki á sama støði sum aðrir rataðir bankar í Norðanlondum.

Men tað er púra náttúrligt. Vit verða mettir við størstu bankarnar í Danmark til dømis, og tað er greitt, at teir hava betri kredittstýringsskipanir enn vit. Tað hevur tó eisini nakað við lóggevingina at gera, tí har halta vit nakað aftaná, sigur Janus Petersen.


Samanbering

Aðrar av avbjóðingunum hjá bankanum eru, at bankin einsamallur fíggjar nógvar fyritøkur, og harvið hevur alla váðan. Eisini verður nevnt fíggingin av fiskivinnuni, ið sum kunnugt kann vera ógvuliga viðbrekin.

Men størstu avbjóðingarnar hjá bankanum frameftir verður at hava stýr á útreiðslunum, og at betra um kredittstýringina.

Hetta verður bøtt nakað um komandi ár, tá vit seta eina nýggja váðastýringsskipan í verk, eina sonevnda Basel II skipan. Men vit fara at halda fram við sama handilspolitikki við at fíggja fiskivinnuna. Tað er jú ein partur av okkara inntøkugrundarlag, sigur Janus Petersen.

Hann vísir á, at vakstrarstrategiin hjá bankanum krevur, at teir fara út á altjóða fíggjarmarknaðin at lána pengar, og við tí órógvi, sum hevur verið á fíggjarmarknaðunum førir við sær, at Føroya Banki sær tað sum ein fyrimun at vera altjóða rataður og at tað fer at gera tað lættari hjá bankanum at lána pening.

Tað ber sjálvandi til at lána pening uttan at vera rataður. Vit lántu tvær milliardir í fjør uttan at vera rataðir, men eg rokni við, at tað verður lættari við einari rating í rygginum, sigur Janus Petersen.



Janus Petersen er væl nøgdur við eina A3 rating

Mynd: Janus Petersen