Føroya Banki skal seljast: Uppskotið hjá Bárði Nielsen og Føroya Landsstýri

Nógv hevur verið tosað um at selja partabrøv hjá tí almenna í Føroya Banka. Henda ætlan er nú komin eitt stig nærri við tað, at Bárður Nielsen, fíggjarmálaráðharri, og Føroya Landsstýri hava lagt fram uppskot til samtyktar um sølu av almennum partabrøvum í Føroya Banka

Fyrsta viðgerð av málinum var tann 2.apríl, og breið undirtøka tykist vera um uppskotið í Føroya Løgtingi.
Ítøkiliga ætlanin hjá fíggjarmálaráðharranum Bárði Nielsen er, at Løgtingið skal heimila ?Fíggingargrunninum frá 1992 at selja upp til 20% av partabrøvum grunsins í P/F Føroya Banka.?
Hetta talið, 20% av partabrøvunum hjá Fíggingargrunninum í Føroya Banka, svarar til umleið 200.000 partabrøv áljóðandi á 100,- krónur.
Fíggjarmálaráðið skjýtur eisini upp, at Fíggingargrunnurin fær heimild til ?at skipa fyri frægasta lutfallinum millum egin- og fremmandakapital í P/F Føroya Banka við niðurskriving av kapitalpørtum grunsins í P/F Føroya Banka samsvarandi fakligari tilráðing frá óheftum ráðgevingarstovni.?
Sosialurin hevur tosað við Bárð Nielsen, fíggjarmálaráðharra, um uppskotið at selja almenn partabrøv í Føroya Banka. Harumframt ger Hermann Oskarsson, búskaparfrøðingur og stjóri á Hagstovu Føroya, óheftar viðmerkingar til uppskotið, og hvørjar avleiðingar tað kann fáa, og hvat møguliga kundi verið gjørt øðrvísi.

Les eisini:

"Fremmandir pengar tryggja vælferðina"

"Fíggjarmálaráðharrin: - Tað almenna skal ikki dríva ein peningastovn"

"Andstøðan úttalar seg"