Føroya Banki stovnar dótturbanka í Danmark

Føroya Banki boðar í dag frá, at bankin fer at stovna ein dótturbanka í Danmark, ið fær navnið Føroya Bank A/S - Hetta verður gjørt, tí danski fíggjarmarknaðurin hóskar sera væl til strategisku vakstrarætlanirnar hjá Føroya Banka, bæði hvat viðvíkur spjaðing av virkseminum, tænastum og handilsmentan.

Soleiðis sigur bankin í tíðindaskrivi.

Tveir royndir bankastjórar úr Bank Trelleborg verða stjórar í dótturbankanum. Carlo Chow verður forstjóri og Kim Linnemann stjóri

Føroya Bank A/S verður stovnaður við 300 milliónum krónum í partapeningi. Hetta fer at geva dótturfelagnum nóg sterkt kapitalgrundarlag at fara undir virksemi saman við stórum kundum. P/F Føroya Banki teknar 92 prosent av partapeninginum, og stjórarnir og onnur leiðandi starvsfólk í dótturbankanum tekna 8 prosent.

Føroya Bank A/S fer undir sítt virksemi á Keypmannahavnar-leiðini og letur eftir ætlan upp við ársbyrjan 2008. Umleið 20 starvsfólk fara at starvast í Føroya Bank A/S.

Føroya Bank A/S fer at leggja dent á fíggjartænastur innan Private Banking og veita verkætlanarfígging. Dótturbankin er eitt stig á strategisku leiðini hjá P/F Føroya Banka at víðka virksemið út á nýggjar marknaðir og styrkja útboðið av teimum tænastum, ið bankin longu veitir. Haraftrat fer dótturbankin at gera Føroya Banka minni heftan og knýttan at føroyska búskapinum.

Royndir bankamenn í stjórnini

Forstjóri í Føroya Bank A/S verður Carlo Chow, og stjóri verður Kim Linnemann.

Carlo Chow kemur úr starvi sum stjóri í Bank Trelleborg, ið er vaksin munandi tey 10 árini, hann hevur verið stjóri har. Carlo Chow er 47 ára gamal og hevur kandidatútbúgving í búskaparfrøði av handilsháskúlanum í Keypamannahavn. Hann hevur drúgvar royndir á danska fíggjarmarknaðinum og hevur tætt samband við ein stóran kundaskara.

Kim Linnemann kemur úr einum starvi sum varastjóri í Bank Trelleborg, har hann hevur starvast síðan 2002. Hann er 46 ára gamal og hevur somuleiðis kandidatútbúgving í búskaparfrøði av handilsháskúlanum í Keypmannahavn. Kim Linnemann hevur í mong ár starvast á danska fíggjarmarknaðinum, eitt nú sum virðisbrævameklari.

Janus Petersen, forstjóri í Føroya Banka, sigur:

?Hetta er eitt natúrligt næsta stig í okkara strategisku ætlan, hvørs høvuðsendamál er at spjaða virksemið og fáa bankan at vaksa. Tann danski marknaðurin er sera áhugaverdur fyri okkum, ikki bara hvat viðvíkur handilsmøguleikum, men eisini tí hann kann geva okkum betri tænastur og førleikar at bjóða kundum okkara í Føroyum. Hetta er eitt spennandi markamót fyri Føroya Banka. Eg gleði meg nógv at fáa dótturbankan at virka sum part av Føroya Banka-konsernini saman við Carlo Chow og Kim Linnemann.?

Carlo Chow, forstjóri í Føroya Bank A/S, sigur:

?Eg síggi persónliga fram til hesa nýggju avbjóðing í mínum arbeiðislívi, tí hetta hevur við sær nógvar nýggjar møguleikar og avbjóðingar. Saman kunnu vit brúka okkara ymisku styrkir og veita øllum okkara kundum heildarloysnir, ið nøkta teirra fíggjarliga tørv.?

Ávirkan á væntanina fyri 2007

P/F Føroya Banki væntar, at stovnanin av Føroya Bank A/S fer at ávirka bankans útreiðslur við 20-25 mió. kr. Úrslitið fyri 2007 verður tí væntandi 125-140 mió. kr. fyri skatt og burturleggingar.