Altjóða fíggjarkreppan, sum hevur herjað seinasta stíva árið, hevur sum kunnugt rakt íslendska búskapin serliga meint. Eingin er í iva um kreppuna, sum íslendingar ganga ígjøgnum í løtuni, og tí leita íslendskar fyritøkur við ljós og lykt eftir fremmandum íleggjarum.
Føroya Banki hevur sæð ein møguleika í Íslandi, og hevur gjørt eina íløgu í íslendskt tryggingarfelag, har teir hava keypr 51% av partabrøvunum og harvið meirilutan í fyritøkuni.
Stjóri í Vörðu er Guðmundur Jóhan Jónsson, og hann heldur ikki, at tað hevur verið so trupult at rikið eitt tryggingarfelag í Íslandi seinasta árið, hóast stóru fíggjarkreppuna.
- Okkara royndir hava víst, at tað er lættari at reka eitt trygginagrfelag tá tíðirnar eru ringar, enn tá alt er á einum aldutoppi. Í niðurgangstíðum vísir tað seg, at vit hava færri bilskaðar og færri skaðar innan byggivinnuna, sigur Guðmundur Jóhan Jónsson.
Hetta merkir so, at tað eru færri tryggingarkrøv sum so aftur merkir, at úrslitið á niðastu linju er betri enn í góðum tíðum.
- Eg sigi ikki, at tað er ynskiligt við ringum tíðum, men úrslitið vísir, at hesar tíðirnar hava verið betri fyri okkum, sigur Guðmundur Jóhan Jónsson.
Vörði hevur serliga lagt seg eftir at tekna privatar tryggingar, og helmingurin av tryggingunum stava frá biltrygging.
- Tað er rætt. Megnparturin eru húsarhalds tryggingar og privatar tryggingar annars, sigur Guðmundur Jóhan Jónsson.
Føroyingar vælkomnir
Tað er ikki bara leiðsla og íleggjarar, sum fegnast um nýggjan kapitalsterkan partnara í Vörði.
- Íslendingar sum heild hava tikið stak væl ímóti føroyingunum. Øll vit starvsfólk, sum eru góð 50 í tali, vóru sera fegin um tíðindini, og tað er eisini gjørd ein meiningakanning millum vanliga íslendingin, har eini 800 vóru spurd. 70% av teimum søgdu seg vera sera væl nøgd við at Førya Banki keypti seg inn í Vörðu, meðan 28% onga meining høvdu um tað, sigur Guðmundur Jóhan Jónsson.
Tað merkir við øðrum orðum, at bert 2% av teimum spurdu ynsktu ikki, at føroyingar blanda seg í íslendskt vinnulív.
Guðmundur Jóhan Jónson heldur, at yvirtøkan hjá Føroya Banka av Vörði hevur latið upp nýggjar møguleikar fyri tryggingarfelagið.
- Ja, tað hjaldi eg, serliga tí yvirtøkan er so væl móttikin í Íslandi. Vit hava upplivað seinastu vikurnar, at fólk eru komin til okkara og vilja tekna tryggingar hjá okkum, og tá vit spyrja hví er svarið: Føroyingar eiga tykkum, sigur Guðmundur Jóhan Jónsson.
Hann roknar við, at Vörði kann byggja á bylgjuna av vælvild, sum íslendingar kenna mótvegis føroyingum, og metir tað sera positivt, at Føroya Banki hevur gjørt íløgur í felagið.
Framtíðin ljós
Viðurskiftini hava gjøgnum allar tíðir verið sera góð millum føroyingar og íslendingar, og tey eru ikki vorðin minni góð eftir kreppuna, sum tók seg upp í oktober í fjør. Við Føroya Banka í rygginum, hvussu sær stjórin í Vörði so framtíðina.
- Eg haldi at framtíðin sær ógvuliga ljós út hjá okkum. Men einki kemur av sær sjálvum, so vit mugu arbeiða hart fyri tí, sigur Guðmundur Jóhan Jónsson.
Men hann ivast ikki í, at teir fara at merkja framgongd.
- Hetta er nakað positivt, sum er hent okkum, og vit fara at syrgja fyri, at úrslitið verður hareftir, sigur Guðmundur Jóhan Jónsson, stjóri í tryggingarfelagnum Vörði í Íslandi.