Á komandi aðalfundi fer nevndin í Føroya Banka at leggja fram uppskot um at broyta navn til BankNordik. - 55.000 av okkara 80.000 viðskiftafólkum eru búsitandi uttan fyri Føroyar, og mong av hesum hava trupulleikar við ávikavist at úttala og stavseta bankans verandi navn. Nýggja navnið stuðlar undir bankans norðurlendska profil, sigur nevndarformaður bankans, Klaus Rasmussen.
Deild bankans í Keypmannahavn hevur seinastu árini virkað undir navninum Føroya Bank. Royndir og kanningar hava víst, at fleiri av viðskiftafólkunum hava kent seg fremmand við hetta navn. Viðskiftafólkini og starvsfólkini í nýkeyptu deildunum í Danmark og Grønlandi hava tikið sera væl ímóti nýggja eigaranum, men eisini her hevur ein ávís óvissa verið staðfest viðvíkjandi verandi navni bankans.
- Føroyska navnið eigur ikki vera ein forðing fyri menning av bankanum. Tískil meta nevnd og stjórn bankans, at navnabroytingin er eitt týdningarmikið stig inn í framtíðina, sigur Klaus Rasmussen.
Navnið BankNordik hevur sín uppruna í norðurlendska orðinum ?nordisk? og enska orðinum ?Nordic?. Við stavsetingini gevur bankin hesum vælkenda orði ein føroyskan dám og ger tað til sítt egna. Bankans sermerkti og vælvirkandi grafiski samleiki verður ikki broyttur.
At seta navnabroytingina í verk krevur eina broyting av viðtøkum bankans. Uppskot nevndarinnar um navnabroyting verður tískil lagt fram á ársaðalfundi bankans til støðutakan. Ársaðalfundur bankans verður mánadagin tann 29. mars 2010 á Hotel Føroyum.