Føroya Bjór er farið undir at byggja eina sølubúð afturat goymsluni í Havnardali. Higartil er øl- og sodavatnssølan farin fram um ein lítlan handilsdisk mitt í goymsluni, men fyri at gera tað eitt sindur høgligari fyri viðskiftafólkini og samstundis fáa meira goymslupláss, hevur Føroya Bjór valt at byggja ein útbygning, ið skal hýsa eini sølubúð.<?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>
- Vit hava eitt ynski um at gera eina meira praktiska og presentabla útsølu í Havnardali, og tí hava vit valt at byggja eitt lítið útsøluhøli afturat goymslubygninginum, sigur Einar Waag, stjóri fyri Føroya Bjór.<o:p></o:p>
Útsøluhølið, sum verður einari hundrað fermetrar til støddar, verður ikki nøkur glæstriborg, lovar bryggjarístjórin.<o:p></o:p>
- Tað verður ein discounthandil. Vit ætla ikki at gera nakað stórvegis burturúr útsjóndini. Høvuðsendamáli við útbyggingini er at fáa eina skjótari avgreiðslu, sigur Einar Waag.<o:p></o:p>
<o:p></o:p>