Føroya Bjór vann kapping

Ein nýggj og serlig summar-øl frá Føroya Bjór hevur júst verið við í árligu kappingini á messuni hjá Danske Ølentusiaster, og her gjørdi Føroya Bjór-ølin, sum kallast Atlantic Summar Breeze, bart.

Hon bleiv nevniliga kosin at vera tann besta ølin á messuni frammanfyri 26 onnur sløg av summar-øl.

Henda serliga ølin frá Føroya Bjór verður møguliga at síggja á svenska marknaðinum um stutta tíð, og vónandi verður ølin væl móttikin í Svøríki.