Føroya elsta fyritøka 175 ár

Eik Banki hevur um vikuskiftið hátíðarhildið, at 175 ár eru liðin síðan fyritøkan varð sett á stovn. Umframt móttøku í høvuðssætinum í Havn var veitsla fyri umleið 800 fólkum úr øllum Eik-samtakinum í Ítróttarhøllini á Hálsi

Fríggjadagin 24. august var almenn móttøka hjá Eik Banka í høvuðssætinum yviri við Strond. Orsøkin var, at fyritøkan hevði 175 ára stovningardag fríggjadagin.


Nevndarformaðurin, Frithleif Olsen, og forstjórin, Marner Jacobsen, fluttu fram røðu. Havnarkórið undir leiðslu av Ólavi Hátún sang.


Marner Jacobsen hevði eina sera áhugaverda røðu við nógvum søguligum upplýsingum um bankan. Hann segði m.a.: Í dag eru 175 ár liðin síðani, at fyrsta innskotið var gjørt í Færø Amts Sparekasse, fríggjadagin tann 24. august 1832. Innskjótarin var Cathrine Marie Johannesdatter úr Hvalvík – nevnd jómfrúin – og setti hon 29 ríkisdálar og 48 skillingar inn í silvurmyntum.


Hetta var 17 ár eftir, at dunið frá kanónunum hjá Napoleon tagnaði, so tað er ikki sørt, at vit merkja søgunar veingjasús, nú vit hátíðarhalda 175 ára dagin hjá Eik Banka. Tað var undir Napoleonskrígnum, at staðfest var tann 5. januar 1813, at danska ríkið var bankarott – sonevndi státsbankarotturin.


Ov nógvir peningaseðlar vóru prentaðir, uttan at nakað virði lá aftanfyri. Í 1818 – fjúrtan ár fyri stovningina av Sparikassanum – fáa vit so danska Nationalbankan, sum fekk einarætt at geva út pengaseðlar – men drúgv tíð gekk, áðrenn pengaseðlarnir aftur fingu sama virði sum gull- og silvurmyntir.


Júst av hesi orsøk er vert at geva gætur, at Cathrine Marie Johannesdatter setir inn 29. ríkisdálar og 48 skillingar í silvurmyntum – og altso ikki í seðlum. Tað var ikki fyrr enn í 1845, at fólk sluppu at veksla um frá seðlum til silvur til kurs pari.


Fyrstu sparikassarnir

Teir fyrstu sparikassarnir í heiminum sóu dagsins ljós í Týsklandi umleið 1770. Í 1796 verður ein Sparikassi stovnaður í Kiel, ið var høvuðsstaður í Holstein, sum tá var danskt hertogadømi. Kongur hevði tá tvær krúnur, eina sum danskur kongur og eina sum norskur kongur. Harumframt var hann hertogi í Slesvík og Holstein.


Fyrsti Sparikassin í kongaríkinum Danmark kom í 1810 á góðsinum Holsteinsborg í Sorø amti. Tá hugsað verður um flutningsmøguleikarnar tá, er undrunarvert, at Føroyar longu 22 ár seinni fingu sín fyrsta Sparikassa. Ísland fekk til samanberingar sín fyrsta Sparikassa í 1858 – nevndur Sparnaðarsjóð búlausra í Skútustaðahreppi, men hann datt niðurfyri longu 6 ár seinni. Síðani kom Sparisjóður Múlasýslnu í 1868, men hann datt niðurfyri longu í 1870. Loksins kom so Sparisjóður Reykjavíkur og Nágrennis – stytt Spron – í 1872, og er hann elsti peningastovnurin í Íslandi í dag. Sum kunnugt eigur Eik Banki 10% í Spron.


Atfinning móti Einahandlinum

Uttan samanbering størsta fyritøkan í Føroyum um hetta mundið, tá Sparikassin verður stovnaður, er Kongaligi Einahandilin. Allur út- og innflutningur fór umvegis hann, og fólk høvdu kontrabók og nýttu hann tískil sum banka. Men rentur fingu tey ongar.


Stovnsetingin av Færø Amts Sparekasse kann tí fatast sum eitt slag av atfinning at einahandlinum. Teir fýra ið tóku stig til hann; amtmaðurin Tillish, provsturin Niels Johnsen Struer, fútin Christian Plöyen og sorenskrivarin Niels Hunderup – allir danskir embætismenn – vóru fríhandilsmenn. Sparikassin fekk tí eisini sítt at dragast við, tí Einahandilin vildi ikki taka ímóti innskotum frá honum til rentu. Tí bleiv tað til, at handilin setti innlánini frá Sparikassanum í ríkiskassan.


Kapping um rentu

Sparikassin læt fitt av bókum fyrstu árini – og mundi tað helst koma væl við. Eisini skrivaði Sparikassin – dulnevnt – út eina kapping um eina føroyska grammatikk í 1846. Einasti, ið menn vita um, sum hevði ætlanir at kappast fyri at vinna virðislønina uppá 100 ríkisbankdálar, var V. U. Hammersheimb – men onki uppskot kom inn og tískil var virðislønin latin Amtsbókasavninum.


V. U. Hammersheim var annars ein av stjórunum í Færø Amts Sparekasse frá 1868 til 1878. Hann var annar føroyingurin sum tók sæti í stjórnini. Tann fyrsti føroyingurin í stjórnini var Hans Christopher Müller, sum gjørdist stjóri í 1857.


Eftir at Einahandilin varð tikin av í 1856 komu handlarnir kring landið. Harvið fekk Sparikassin herda kapping. Rentan í Sparikassanum var 3%, meðan rentan sum handlarnir lokkaðu við var 5-6% p.a. Tey fáu, sum áttu jørð, settu hana sum veð, lántu pening og settu peningin í handlarnar – so “rentuarbitraga” er eitt gamalt fyribrigdi í Føroyum.


Meginparturin av jørðini í Føroyum um hesa tíðina var kongsjørð – og hon kundi tí ikki veðsetast. Men við lóg frá 19. januar 1863 fingu traðarmenninir í Tórshavn loyvi at keypa sínar traðir til ognar, og teir flestu tóku av. Harvið gjørdust teir óalsmenn. Stutt eftir megnaðu trappubrøðurnir í Havn at reisa kapital, so teir kundu keypa sær eina lítla slupp, Fox, sum teir fóru til Íslands við. Hvørt hetta var við lánum, har teir veðsettu ognina, vita vit ikki við vissu – men óhugsandi er tað ikki. Síðani komu sluppurnar ein fyri og onnur eftir.


Sethúsafígging byrjar

Í 1880 kom fyrsta sparikassalógin, sum m.a. hevði við sær, at Sparikassin kom undir alment eftirlit. Innanríkismálaráðið skuldi hava umsjón við øllum sparikassum, og hartil skuldi Sparikassin nú hava tveir roknskapargrannskoðarar at eftirkanna roknskapir Sparikassans.


50 ár eftir stovningina, í 1882, gjørdi Sparikassin avtalu við Det kongelige octroierede almindelige Brandassurance-Kompagni um veðhavaralýsingar – soleiðis at Sparikassin kundi tryggja sær, at hús vóru tryggjað til eina og hvørja tíð, samstundis sum Sparikassin veitti trygd fyri tryggingargjaldinum.


Eftir hetta kom rættuligt glið á útlán móti veð í sethúsum, og gjørdist hetta høvuðsvirkisøkið komandi gott 100 árini – heilt fram til fyrst í nýtiárunum, tá banka- og sparikassalógin 1. januar 1994 javntsetti føroyskar bankar og sparikassar.


Frá Føroya Sparikassa til Eik

Nógv vatn er runnið í ánna síðani stovnanina av Færø Amts Sparekasse. Amerikanska frælsiskríggið var 30 ár eftir stovnanina, tveir heimsbardagar hava verið, fólk er sett á mánan, og Færø Amts Sparekasse skifti fyrst navn til Føroya Sparikassi og síðan – 18. december í fjør – til Eik Banki.


Tað sum eg her havi nevnt er tí bert ein brotpartur av tí, sum kundi verið sagt. Zakarias Wang, stjórnmálafrøðingur, er í gongd við at skriva søguna um Eik Banka, sum ætlandi verður útgivin seinni í ár. Eg ivist ikki í, at bókin kemur at standa sum ein virðiligur varði á leiðini.


“Ongin fer so við eikini, at hon ikki flýtur, verður sagt. Lat okkum vóna at hetta eisini heldur stikk komandi 175 árini”, endaði Marner Jacobsen røðu sína.


Alt samtakið til hátíðarhald

Leygardagin hittast tey mongu starvsfólkini í Eik-samtakinum, og um kvøldið var veitsla í Ítróttarhøllini á Hálsi fyri umleið 800 fólkum. Hetta vóru starvsfólk við maka úr øllum Eik-samtakinum, sum nú er rættiliga stórt: Eik Banka P/F í Føroyum, Eik Bank Danmark A/S, SkandiaBanken A/S, Privestor og FinansNyt í Danmark. Eisini vóru umboð frá Investra í Danmark, sum Eik eigur 29 prosent av, og Spron í Íslandi, har ognarparturin hjá Eik er umleið 10 prosent í. Í sambandi við veitsluna varð m.a. eitt sera vakurt fýrverk leygarkvøldið.