Spildurnýggj veljarakanning vísir, at fólkið ynskir, at politikararnir lurta eftir fiskifrøðingunum heldur enn umboðum frá flotanum. Stóð tað til Føroya fólk, skuldu politikararnir lurta eftir fiskifrøðingunum. Hetta vísir ein spildurnýggj veljarakanning, sum Fynd hevur gjørt fyri Sosialin. 900 føroyingar vórðu spurdir, hvussu ogn Føroya fólks skal umsitast, og vísti úrslitið, at meiri enn helmingurin av teimum spurdu ? 53 % - halda, at løgtingið heldur skal lurta eftir tilráðingunum frá fiskifrøðingunum, enn eftir umboðum frá fiskiflotanum, tá ið dagatalið verður ásett. Ein triðingur ? 33 % - vóru ósamd í hesum.