Føroya flogvøllur – eitt lokalpolitiskt mál í Havn???

Gunnar K Nattestad

 

Í eini tíð har talað verður um at knýta alt landið saman í eitt valdømi, er hugstoytt at síggja nógv framstandandi fólk í høvuðsstaðnum skjóta hamin og avdúka seg sum blindar lokalpatriotar. Hettar er í hvørtfall niðurstøðan eftir at hava lisið greinarøðina í Vinnuvitan 6. september.

Tað er lítið nýtt í, at fleiri altíð hava vilja, at stórtsæð alt, ið verður bygt her á landi skal liggja í Havnini. Poul Michelsen er einki eindømi. Hann hevur gjørt nógv gott vinnuligt og politiskt, men projekt sum Havnin á Sundi og kanska Tórsvøllur vitna um, at fagrir dreymar eisini kunna enda sum ein marra; serstakliga tá grundarlagið í stóran mun byggir á kenslur og ynski um at sætta Havnini og ongum øðrum.

 

Vinnumálaráðharri við fjaldari dagskrá?

Bjarni Djurholm hevur sitið sum avvarðandi at flogvallarmálinum í meira enn 7 ár, og hesa tíð er lítið og einki hent føroyska flogvøllinum at bata. At hugsa sær at maðurin hevur arbeitt alla hesa tíð við málinum og einki hava at vísa á!

Men nú kemur so sannleikin enn einaferð á borðið – tað skal einki henda við verandi flogvølli, tí Bjarni vil hava flogvøllin til Havnar. Hann sigur tó so mikið, at hann má útseta hesa ætlan eina tíð, til fakligar grundgevingar eru komnar undan kavi.

Fyri hvønn dag, ið gongur hendur so í hvørtfall tað, at verandi flogvøllur verður meira og meira afturútsigldur. Men nú pengarnir eru klárir, er vandi fyri at hesin taktikkurin ikki riggar meira, og helst er tað tí, at onkur byrjar at ýla. Við eini dagføring av flogvøllinum í Vágum kann vantast, at regulariteturin, ið undir verandi umstøðum liggur ovast í teimum 90 prosentunum – fer at gerast enn betur.

Havast skal tó í huga, at líka mikið hvat vit gera fyri at betra um flogvallarviðurskiftini, so fer flogvøllurin framvegis at liggja í Føroyum, og hettar setur sínar natúrligu avmarkingar fyri regulariteti.

 

Vinnuvitan og trúðvirðið

“Eingin profetur er virdur í síni egnu tíð” er orðatak frá skriftini. Um oddagreinin í Vinnuvitan hevur lítið virði grundað á hesa útsøgn, skal vera upp til hvønn einstakan at taka støðu til, men at tað er í tí profetisk at uppáhaldini byggja, kann ikki komast burtur frá.

Hóast ongar óheftar kanningar, tíðans heldur úrslit og niðurstøður, peika á góðan flogvølli á Glivursnesi, so “veit” Vinnu-“vitan” tað sum eingin annar veit, nevnliga at “peningur til útbygging í Vágum er burtur spiltir skattapengar”, “einasta rætta staðið at byggja nýggjan flogvøll er á Glyvursnesi” og “Mjørki verður eingin trupulleiki á einum flogvølli á Glivursnesi, tí innflúgvingtarviðurskiftini eru nógv betri en í Vágum.”

Heilt erligt hvat bíða vit eftir? Hví tekur Vinnuvitan ikki bara sjálvt og byggir ein flogvøll á Glivursnesi. Teir hava jú alla vitan??? Kanska fara rúmdarferjur at lenda her, tá Glivursnes er liðugt? Møguleikarnir eru óavmarkaðir...

 

Er Havnin eitt argument í sær sjálvum?

Vit mugu tó geva Vinnuvitan rætt í tí, at líkamikið hvat, so vilja nøkur hava flogvøll bygdan á Glivursnesi. Tað er ikki brúk fyri sakligum og faktuellum grundgevingum, nei – Glivursnes liggur í Havnar kommunu, og tað er grundgeving í sær sjálvum. At so vandi er fyri at dreymurin blívur ein marra og at kanska tvær milliardir blíva brúktar til ein verri flogvøll enn tann vit hava nú; tað ger minni.

 

Avleiðingar fyri valdømis málið?

Havandi í huga grundaða ivan nógv fólk hava, serliga úti um landið, um eitt vældømi verður endin á framtíðini hjá øllum uttan fyri miðstaðarøkið, so kann ivin sigast at vera nógv undurbygdur í og við tí hugburði Pól, Bjarni og leiðslan á Vinnuvitan hava víst.

Eitt er víst - við einum valdømi verður tað bert í Havnini, at tað framhaldandi verður møguleiki at blíva valdur upp á lokalpolitikk; og tað sær út til at vera nokk av fólki, ið bjóða seg fram at á tí listanum.