Føroya frádrátt

Teitur Vágadal, sjúkrarøktarfrøðislesandi og valevni Sjálvsstýrisfloksins
-------

Hanus Samró hugleiðir í lesarabrævi um umstøður hjá lesandi í Føroyum samanborið við lesandi í Danmark. Alt gott um tað, men hann kemur tó ikki við einum uppskotið sjálvur, tykist tað. Sigur m.a. at enda:
Tað krevur, at lesandi í Føroyum fáa ein "føroyafrádrátt" uppá kr. 71.000. Slíkur frádráttur er sum at stoyta bensin á eld, tí at løgtingið ger mismun á samfelagsbólkum. Tí er fráflytingarspurningurin eitt paradoks, ein politisk tvístøða.

Hvat man tvístøðan vera, og hvørjir samfelagsbólkar eru tað sum eru fyri mismuni? Eg skal lata henda spurning standa hálvósvaraðan. Tí. At í Føroyum eru tað fleiri samfelagsbólkar, ið eru fyri mismuni. Heilt avgjørt eru lesandi ein bólkur. Miðnámsskúlalesandi bjóðaðu landsins kosnu fyri tveimum árum síðani at taka kr 300 av teirra studningi. Hetta gjørdi tey fyri at vísa samfelagssinni í hesum sváru tíðum. Men hvat er hent síðani tá? Hvør annar samfelagsbólkur hevur víst samfelagssinni og bjóða at lækka pening til sín? Teir munnu vera fáir, um nakar. Fleiri eru tó tvungin til tað. Vóru tey lesandi býtt kanska? Lesandi vóru aftur rakt í ár. Og spurningurin er, vera tey rakt næsta ár?

Sjálvstýrisflokkurin vil nakað annað
Kári á Rógvi hevur lagt tingmál nr 179/2010 fram fyri Løgting, fyri at hjálpa lesandi, so at tey vera verandi í Føroyum og kunnu hjálpa til við at fáa vøkstur í Føroyum.

Uppskotið og viðmerkingarnar:
“§ 4b. Persónur, sum er undir fullari
skattskyldu eftir reglunum í § 1 í
samtíðarskattalógini, og sum er
fulltíðar lesandi, fær í útroknaða
landsskattinum ein lesandi frádrátt, tó í
mesta lagi í 5 kalendaraár. Frádrátturin
er kr. 80.000. Kommunur kunnu áseta
samsvarandi kommunalan frádrátt.”

Viðmerkingar
Til tess at tryggja, at lesandi fara seinni út og koma fyrr heim aftur, og til tess at bøta
tann miss, lesandi hava verið fyri í lestrarstudningi, verður ásett, at lesandi fáa frádrátt í inntøkuni.

Henda lógarbroyting kemur serliga væl við hjá teimum, sum longu hava sett búgv, og eru ikki heilt ung longur. Men, sum hava valt at útbúgva seg í Føroyum. Vit í Sjálvstýrisflokkinum vilja millum annað útbúgving, og mæla tí Løgtingi at samtykkja hetta uppskot (áðrenn summarferiu), til betring hjá lesandi í Føroyum.