Uni bleiv sjúkur seinasta summar – og tað var ikki smávegis sjúka. Man kann næstan siga – og tað er kanska synd at siga nú – at tað sum Uni gjørdi, var ordiligt – og tað lógu ongir snøklar eftir. Soleiðis eisini tá ið sjúkan kom, ið boygdi hesa kempu heilt til jarðar – soleiðis at hann ikki orkaði meira.
Tá ið eg frætti, at Uni var vorðin sjúkur seinasta summar – og eg ringdi til hann, og spurdi hann um sjúkuna og segði við hann, at eg helt ikki, at hann – eins og vit onnur – kundi blíva sjúkur – flenti hann, og segði, at hann hevði sama rætt sum onnur – eisini tað, at blíva sjúkur.
Tá ið Uni kom heim til Føroyar – eftir lokna útbúgving í Danmark í 1972 - arbeiddi eg á Politistøðini í Tórshavn, og kom soleiðis at kenna hann alla hansara tíð í føroysku løgregluni.
Vit arbeiddu bert fáar mánaðir tá saman, áðrenn eg fór til Klaksvíkar – men tú sá við tað sama – at hesin ungi maður, ið var komin í føroysku løgregluna – var ein sannur fongur – og “vildi” nakað.
Tú sá við tað sama, at hann var sera dugnaligur – nærlagdur – tók við læru frá teim eldru, men hevði eisini sína meining um, hvussu tingini skuldu gerast.
Skjótt sást, at honum dámdi best at arbeiða við kriminellum sakum – og eftir eitt stutt skifti sum vaktleiðari, bleiv hann settur sum varaleiðari hjá Súna Vinther á kriminaldeildini. Og tá ið Súni bleiv støðleiðari í Havn, bleiv Uni leiðari av kriminaldeildini, har hann var, til hann var settur sum politiinspektørur fyri Føroyar fyri umleið 10 árum síðan.
Hettar er hægsta starv tú kann fáa innan løgregluna, sum “vanligur” politimaður – tvs. tá ið tú ikki er løgfrøðingur. Hettar starv krevur sín mann – og tað er ikki altíð so takksamt – og Uni hevði sín máta at “takla” hesa uppgávu uppá. Ikki vóru øll samd við hann – men ongin var í iva um, at tú hevði við ein “kapasitet” at gera.
Havi arbeitt ikki so lítið saman við Una – var m.a. eitt ár á kriminaldeildini saman við honum – og eisini í “størru” sakum á bygd – og eg má siga, at eg sjáldan havi møtt einum so dugnaligum politimanni sum Una.
Uni vildi hava úrslit – og hann gavst ikki fyrrenn hann var komin á mál.
Hann var sera hugnaligur at vera saman við – hevði humør – og mangan var nógvur látur saman við Una.
Nú er hann farin – og tað tykist heilt óskiljandi, at hann skuldi fara so tíðliga.
Saknurin er stórur, men mest hjá tær, Cecilia, og tykkara børnum, teim nærmastu og kollegum.
Mátti Hann, ið kennir hvørt tár og hvørt hár á høvdum okkara, stuðla og styrkt tykkum í hesi stóru sorg.
Við seinasta versi í sanginum “Eg skar mítt navn í grein ta hvítu”:
“Og tá meg fellir deyðin sterki,
og alt í grøv er dult og gloymt,
gev, Guð, tú tá títt navnamerki
í hjarta mínum finnur goymt!”
Góði vinur og starvsfelagið. Hvíl í friði.
Jógvan E. Ósá