Avtala undirskrivað um at bora ?Breagh? (Breya) metingarbrunnin í Norðsjónum
Faroe Petroleum boðar í tíðindaskrivi frá, at avtala er undirskrivað við ?The AGR Group? um at bora Breagh metingarbrunnin á blokki 42/13 í syðra parti av Norðsjónum.
Canadiska oljufelagið Sterling Recources er fyristøðufelag á blokkinum 42/13. Fyrsti brunnurin varð boraður longu í 1997 og ein gasskelda varð funnin; nú skal so ein metingarbrunnur borast. Faroe Petroleum eigur 10% av loyvinum.
Breagh metingarbrunnurin verður væntandi boraður í september mánaða í ár, og tað verður ENSCO 85 boripallurin sum skal bora brunnin, hesin boripallur hevur góðar og drúgvar royndir í syðra parti av Norðsjónum.
Faroe Petroleum lat í fjør upp skrivstovu í Noregi fyri at kunna vera við í leitingini á norskum øki. Felagið hevur annars nógv leitiloyvi vestan fyri Hetland og er eisini við á føroyska landgrunninum.