Føroya land rikið sum ein fyritøka

Búskaparráðið finst hvassliga at vinnupolitikkinum hjá landsstýrinum, men Vinnumálaráðið fer ikki at svara ákærunum fyrr enn í næstu viku

Hann byggir á skeivar fortreytir.
Soleiðis ljóða greiðu boðini frá Búskaparráðnum um tann politikk, sum Vinnumálaráðið hevur sett út í kortið. Í niðurstøðuni í vinnulívspartinum av frágreiðingini hjá Búskaparráðnum verður dentur lagdur á, at vinnupolitikkurin byggir á grundleggjandi skeiva uppfatan av, at samfeløg, sum tað føroyska, eru í altjóða kapping, á sama hátt, sum fyritøkur eru tað.

Í niðurstøðuni verður soleiðis tikið til: - Samfeløg eru heilt aðrir skapningar enn fyritøkur, og búskaparligu samanhangirnir og spælireglurnar, sum galda fyri samfeløg, líkjast ikki teimum, sum galda fyri fyritøkur.

Skeivur vinnupolitikkur
Búskaparráðið hevur tikið støði í teimum fimm ritunum, ið Vinnumálaráðið gav út fyri nøkrum árum síðani. Skeiva tilgongdin til vinnupolitikkin hevur við sær, at búskaparliga vælferðin hjá tí einstaka borgaranum í Føroyum er nógv verri enn hon kundi verið.

Høvuðsorsøkina, sigur Búskaparráðið vera, at skeiva tilgongdin ber við sær handilsforðingar av ymsum slag. Her verður hugsað um, at núverandi vinnupolitikkur í alt ov stóran mun leggur dent á søluvirðið av eini vøru. Eitt dømi er, at politikkararnir altíð rópa hart um, at fiskurin fyri alt í verðini má hagreiðast í Føroyum, áðrenn hann fer av landinum, so at søluvirðið verður so stórt sum gjørligt.

Hetta er ein skeiv fatan, tí tað er ikki søluvirðið, sum skal áseta, nær fiskurin skal av landinum, men virðisøkingin. Búskaparráðið vísir á dømi, at tá skip verða noydd at selja fiskin herheima, heldur enn fyri betri prís aðrastaðni, hevur henda forðing við sær, at samlaða virðisøkingin fyri tað føroyska samfelagið verður væl minni.

Dentur skal heldur leggjast á, hvat tað er brúkarin ynskir, og er hann ikki er sinnaður at lata so mikið av peningi fyri fiskin, so at hann verður seldur í Føroyum, so skulu skipini ikki vera noydd at selja hann her fyri minni prís, bara tí hægsti myndugleikin vil tað.

Hesar forðingar hava eisini við sær at samansetingin á arbeiðsmarknaðinum er ein heilt onnur, enn um frí kapping valdaði. Vit nýta arbeiðsmegi, í hesum førinum í fiskivinnuni, ið kundi verið betri gagnnýtt í aðrari vinnugrein. Men orsakað av handilsforðingum, verður samansetingin á arbeiðsmarknaðinum ikki tann, sum hon eigur, og hetta hevur við sær, at virðisøkingin minkar, sigur Búskaparráðið.


Høvuðsorsøkin til hesar skeivu tilgongdir til vinnupolitikkin, er tann, at føroyska samfelagið verður roknað sum ein fyritøka, og ikki sum eitt samlað samfelag, sum Føroyar í veruleikanum eru, stendur í niðurstøðuni frá Búskaparráðnum um vinnupolitikkin.

Hetta eru álvarsligar ákærur ímóti tí arbeiði, sum Vinnumálaráðið ger, og úr Vinnumálaráðnum siga tey, at ákærurnar fara ikki aftur við borðinum. Embætisfólkini og landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm, fara nú at viðgera frágreiðingina frá Búskaparráðnum, og tey ætla at koma við eini viðmerking í næstu viku.