Undirritaðu skúlaleiðarar í Eysturoynni, sum umboða 1700-1800 næmingar, hava viðgjørt støðuna, nú sáttmálasettu lærararnir hava verið í verkfalli síðan 8. mars.
Av tí at sáttmálasettu lærararnir undirvísa í miðal umleið ein triðing av pultstímunum, verður undirvísingin skerd so munandi, at skúlin als ikki virkar sum undirvísingarstovnur. Fleiri flokkar hava lítla og onga undirvísing fingið, síðan verkfallið byrjaði.
Heldur hetta lagið fram í langa tíð afturat, verður drúgt at byggja tað uppaftur, sum nú verður brotið niður.
Í løtuni er støðan í skúlanum ótolandi, og tí verður inniliga heitt á tygum sum landsstýrismann í skúlamálum og ábyrgdarhavandi at taka stig til, at málið verður loyst beinanvegin.
Fuglafjørður, tann 23. mars 2000.
Fuglafjarðar skúli, Súni í Hjøllum
Leirvíkar skúla, Ólavur Sjúrðarberg
Gøtu skúli, Hans Mourits Foldbo
Runavíkar kommunuskúli, Osmund Lamhauge
Tofta skúli, Marita Dalsgaard
Stranda skúli, Richard Johansen
Skála skúli, Súni Kristiansen
Oyndarfjarðar skúli Hallur Ellingsgaard
Funningsfjarðar skúli, Emil Jacobsen
Funnings skúli, Tórhild Bjarkhamar
Gjáar skúli, Jan Thomsen
Eiðis skúli, Vagn Foldbo
Norðskála/Oyra skúli, Arnold Joensen
Felagsskúlin á Oyrarbakka, Hans Erland í Brekkunum