Føroya Myndakalendari 25 ár

25. árgangur av Føroya Myndakalendara verður í hesum døgum lagdur út til sølubúðirnar kring landið. Tað er Føroya Myndasavn v. Jákup Andreas Arge, sum gevur kalendarn út.

Jákup Andreas Arge ein av pionérunum innan myndir og mundatøku í Føroyum. Hann hevur tikið hópin av myndum og gjørt ymiskar áhugaverdar filmar sum t.d kornfilmin, torvfilmin og Føroyar í dag. Hann plagdi eisini vísa film á ymiskum stovnum, skúlan, ellisheimum o.l. fyri at skaffa pengar til at gera fleiri filmar. Hann fekk ongan studning til hesar filmar.
Hugskotið til myndakalendaran fekk Jákup Andreas fyri nógvum árum síðan,tá hann fekk eygað á ein íslendskan myndakalendara, sum hekk inni á gomlu Gjaldsstovuni á Kongabrúnni. Hann átti hópin av føroyskum myndum, sum hann kundi brúkt til ein slíkan kalendara. Hann setti seg í samband við íslendsku prentsmiðjuna Kassagerð, sum gjørdi íslendska myndakalendaran. Hann fór yvir til Íslands, har hann fekk avtalu í lag við Kassagerð, um at teir skuldu prenta føroyska myndakalendaran. Seinnu árini hevur tað verið ein onnur íslendsk prentsmiðja, Oddi, sum hevur prentað kalendaran.
Føroya Myndakalendari varð sera væl móttikin, bæði av fólki í Føroyum og úti í heimi. Nógvir stovnar og fyritøkur keypa kalendarar við sínum egna navni og búmerki á. Myndirnar, ið eru sera vakrar, hevur Jákup Andreas tikið, meðan hann hevur flogið við tyrluni, hetta ger at tær eru tiknar úr øðrum vinklum enn vit eru von við. Myndakalendarin er í brævbjálva, soleiðis at tað er sera ómakaleyst at senda ein kalendara til vinir og kenningar í útlandinum, tað er bert at skriva adressuna á bjálvan og seta frímerki á. Meðan Jákup Andreas tekur myndirnar, tekur konan, Solveig, sær av bókhaldinum. Føroya Myndakelendari 2004 kostar 85 krónur í sølubúðunum.

Myndatekstur:

Solveig og Jákup Andreas Arge við 25. myndakalendaranum

mynd Jens K. Vang