Føroya rættur ikki broytt meining

Ósemjan millum TAKS og Føroya Handverkarafelag heldur fram. Fyrradagin boðaði TAKS frá eini broyting í siðvenju, har avgjært var at frá 1. januar í ár høvdu handverkslærlingar eisini rætt til ferðastuðul í tíðini, teir vóru í skúla.

Hetta vakti ans í fjølmiðlunum, og elvdi til nakað av umtalu. Tí kom TAKS við einari presisering í gjár.

Sambært TAKS er støðan hendan:

Í 2003 hevði Føroya Rættur eitt mál um ferðastuðul til viðgerðar. Føroya Rættur metti tá, at lærlingar ikki vóru at meta sum starvsfólk við atliti at ferðastuðulslógini ta tíðina, tey vóru í skúla, men einans ta tíðina, tey vóru í starvsvenjing. Hetta var eisini støðan í Danmark, og praksis hjá TAKS hevur verið í samsvari við hetta.

Nú hevur Føroya Rættur so broytt støðu, og er hetta orsøkin til, at TAKS broytir praksis frameftir, tað er frá 1. januar 2010.

Men sambært formanninum í Føroya Handverkarafelag er tað ikki júst so, tað hongur saman.

Henry Olsen greiðir frá, at tá stjórin á TAKS sigur, at Føroya Rættur hevur broytt meining í spurninginum um lærlingar hava rætt til ferðastuðul ella ikki, er tað ikki rætt.

Henry Olsen greiðir frá, at í 2003 og 2004 vóru upprunaliga tvey ymisk mál kærd til Skatta- og avgjaldskærunevndina. Annað málið snúði seg um eina kvinnu, ið las til sjúkrarøktarfrøðing og hitt um ein handverkslærling. Skatta- og avgjaldskærunevndin tók tvær ymiskar avgerðir í hesum málum, og kom fram til, at handverkslærlingurin hevði rætt til ferðastuðul, men at kvinnan, ið las til sjúkrarøktarfrøðing, ikki hevði rætt til ferðastuðul.

Orsøkin til ymisku avgerðirnar vóru, at viðurskiftini millum arbeiðsgevara og ávikavist lærling og lesandi vóru ymiskar.

Málið hjá tí sjúkrarøktarfrøðilesandi endaði í Føroya Rætti, og rætturin kom í 2005 til somu niðurstøðu sum Skatta- og avgjaldskærunevndin, nevniliga, at viðkomandi ikki hevði rætt til ferðastuðul.

Málið viðvíkjandi handverkslærlinginum endaði ongantíð í Føroya Rætti, men TAKS brúkti niðurstøðuna hjá rættinum í hinum málinum, til eisini at nokta handverkslærlingum ferðastuðul.

Ikki fyrr enn nú, tá ein annar handverkslærlingur aftur hevur fingið viðhald í Skatta- og avgjaldskærunevndini, er málið roynt í Føroya Rætti, og rætturin er eisini í hesum málinum komin til somu niðurstøðu sum Skatta- og avgjaldskærunevndin. At leggja Føroya Rætt undir at hava broytt meining, er tí helst at taka í so rívan til.

Henry Olsen greiðir víðari frá, at hjá Føroya Handverkarafelag er eingin ivi um, at handverkslærlingar alla tíðina hava havt rætt til ferðastuðul. Trupulleikin er, at TAKS, við at yvirføra niðurstøðuna hjá Føroya Rætti, í málinum um sjúkrarøktarfrøðingin, í fleiri ár hevur noktað handverkslærlingum henda rætt. Tað, sum handverkslærlingar hava mist av hesum ávum, hava teir krav uppá at fáa aftur, og gerst tað neyðugt, fer Føroya Handverkarafelag at hjálpa teimum við hesum, staðfestir formaðurin í Føroya Handverkarafelag, Henry Olsen.