Tað stendur nú til Føroya Rætt at staðfesta, hvør skal hava skyldina fyri, at Skopunar Havn tann 25. apríl í 2006 varð dálkað við 2400 litrum av olju.
Sum tað sæst í hinari greinini, vóru einir 2400 litrar av olju sleptir á sjógv, tá ið Teistin bunkraði hendan dagin í Skopun.
Tað hevur nú ført til, at fútin hevur reist ákæru ímóti bæði Strandferðsluni og føraranum á tangabilinum.
Higartil er bara førarin á tangabilinum avhoyrdur og hann vil ikki játta seg sekan, tó at hann viðurkennir, at eitt mistak er gjørt, sum elvdi til dálkingina.
Kravið er, at manning á Teistanum skal vera hjástød undir bunkring og tað var tað eisini í hesum føri. Tað var maskinmeistarin sum var hjástaddur, men hann varnaðist onki.
Verjin hjá Strandferðsluni ásannaði, at tað er eitt krav, at manning av skipinum skal vera hjástødd undir bunkring, men hann helt ikki, at reiðarin, altso Strandferðslan í hesum føri, kundi fáa skyldina fyri, at onkur av manningini kanska ikki hevði røkt sína skyldu.
Sostatt kemur rætturin at taka støðu til um skyldin skal leggjast á føraran á tangabilinum, maskinmeistaran á Teistanum á Strandferðsluna ella um fleiri av pørtunum skulu ábyrgdast í felag.
Les eisini greinina: Kostar 60.000 krónur at sleppa olju á sjógv