Leiðaraskifti
Ragnhild Ellingsgaard
Øssur Skeel Nolsøe er 37 ára gamal, og skal avloysa Dánjal Joensen, sum hevur røkt leiðarastarvið seinastu tíðina. Dánjal fer nú í annað starv í Føroya Sparikassa.
Øssur hevur røkt starvið sum grannskoðanarleiðari, og heldur hann fram við hesum til tann 1. septembur, tá hann tekur við nýggja starvinum sum leiðari.
Deild Tórshavn fevnir um tær tríggjar privatkundadeildirnar í Sverrisgøtu, við Tinghúsvegin og í Hornabø.
Øssur byrjaði yrkið sítt í Føroya Sparikassa sum næmingur í 1981, og varð útbúgvin sparikassaassistentur í 1984. Síðan fór hann grannskoðaravegin, og hevur hann eitt stutt tíðarskifti eisini lisið í Danmark.
Í 1997 kom Øssur aftur til Føroya, har hann fyrst starvaðist eitt ár sum fulltrúi á kredittdeildini, og síðani sum grannskoðanarleiðari.
Sum grannskoðanarleiðari hevur Øssur eitt gott innlit í virksemi Sparikassans á øllum økjum, og harumframt var hann í juni mánaða liðugur við Finansiel Videreuddannelse.
Øssur tekur við nýggja starvinum tann 1. septembur í ár.