FØROYA SPARIKASSI OG FLOGBÓLTSSAMBANDIÐ NÝGGJAN SÁTTAMÁLA

-

Flogbóltur

Flogbóltssamband Føroya fekk í 1999 beint undan Oyggjaleikunum á Gotlandi sáttmála við Føroya Sparikassa. At tað gjørdist júst Føroya Sparikassi var ikki so løgið, tí Føroya Sparikassi stuðlaði Flogbóltssambandinum leingi í 80?árunum, og tá ið nýggjur høvuðsstuðul skuldi finnast, varð fyrst farið til Føroya Sparikassa.

Við hesum sáttmálanum í viðførinum varð farið til Oyggjaleikirnar á Gotlandi, og úrslit gjørdist óføra gott. Sáttmálin var fyri alt virksemi hjá Flogbóltssambandinum, men búmerkið hjá høvuðsstuðlinum sæst á øllum brævbjálvum, brævørkum, dómaraseðlum v.m., og er við í øllum tiltøkum hjá Flogbóltssambandinum. Hesin sáttmálin gekk fram til 31.12.2001.

Báðir partar vóru so mikið væl nøgdir við sáttmálan, at áhugin at leingja hann var stórur, og nú er so nýggjur sáttmáli undirskrivaður, og hevur tað líkasum alla tíðina ligið klárt, at samstarvið skuldi halda fram.

Nýggi sáttmálin líkist tí gamla. Føroya Sparikassi skal framhaldandi vera høvuðsstuðul. Búmerkið hjá Sparikassanum verður framvegis við í øllum virksemi hjá Flogbóltssambandinum.

Nógv ung
Nógv børn og ung spæla flogbólt, og á hesum økinum verður samstarvið styrkt. Eisini verður samstarvið tættari, tá ið talan er um kappingar og onnur serlig tiltøk. Millum annað hevur Sparikassin latið tilfar til venjaraskeið, ungdómskappingar v.m.

Flogbóltssambandið væntar sær sera nógv av nýggju avtaluni. Hon gevur fíggjarliga nógv av sær og tryggjar millum annað, at A-landsliðini kunnu fyrireika seg væl til næstu Oyggjaleikir. Saman við veddingarpeninginum og stuðlinum frá løgtinginum er avtalan við Føroya Sparikassa høvuðsinntøkan hjá Flogbóltssambandinum.

Virksemið hjá Flogbóltssambandinum er stórt. U-18 landsliðini fara í august til norðurlendska meistaraskapin. Stig verða júst nú tikin til at fara undir venjingar við A-landsliðunum aftur. Í heyst fara U-14 liðini undir sínar venjingar, og í september verða dómaraskeið á skránni eins og venjaraskeiðini eru komin í fasta legu. Við virksemi sum hesum er greitt, at góðir stuðulssáttmálar eru týdningarmiklir, men hetta virksemið ger eisini, at flogbólturin hevur vunnið seg nógv fram, og er lýsingarvirðið tí eisini økt munandi.

Nýggi sáttmálin við Føroya Sparikassa er galdandi fram til 31. desember í 2003.