Føroya størsta harmoniorkestur

Harmoniorkestrið GHM verður í næstum lagt saman við Tórshavnar Ungdóms Harmoniorkestri. Við sínum 80 spælarum verður samanlagda orkestri so stórt, at brúk verður fyri størri hølum, sigur Sunnuva Bæk, formaður í GHM

Harmoniorkestrið GHM verður í næstum størsta harmoniorkestur í landinum. Orkestrið varð stovnað í 1922. Fyrsti formaður var Jákup Olsen, vanliga nevndur Zahle, og fyrsti musikkstjóri var Jens Christian Guttesen, vanliga nevndur Kisan.

Í Dimmalætting 7. desember 1922 stendur m.a. "Orkestret GHM (Georg Hansen Minde) forlystede i Torsdags Aftes for første Gang Byens Borgere med Friluftsmusik. De mange Tilhørere var helt begejstrede for Orkestrets fine Musik. GHM bestaar foreløbig af 17 Mand, der kommer senere 3 Mand til, saaledes at Orkestret naar det er fuldtalligt vil blive paa 20 mand".

Í næstum verður GHM lagt saman við Tórshavnar Ungdóms Harmoniorkestri, sum er eitt ungdómsorkestur hjá Tórshavnar Musikkskúla. Í samanlagda orkestrinum verða so gott sum allir instrumentbólkar umboðaðir.

Í løtuni venja orkestrini saman í Studentaskúlanum í Hoydølum, men hetta er bert ein fyribils loysn. Okkum tørvar hølir, har instrumentini kunnu standa í friði og ikki verða flutt hvørja ferð vit venja, sigur Sunnuva Bæk.

Bæði orkestrini hava áður hildið til og vant á Musikkskúlanum á Frúutrøð.

Í komanadi viku fara orkestrini saman til Italiu, har tey skulu spæla fleiri staðir, bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum orkestrum.

Mánakvøldið 14. mars fara GHM og Tórshavnar Ungdóms Harmoniorkestur at hava eina konsert í Norðurlandahúsinum, áðrenn farið verður avstað.

Diregentur hjá GHM er Steven R. Foggin, og diregentar hjá Tórshavnar Ungdóms Harmoniorkestri eru Andrea Heindriksdóttir og Peder Riis Jensen.