Føroya størsti matmarknaður

Á mentanardøgunum í Fuglafirði verður leygardagin 2. september stórur og fjølbroyttur matmarknaður.

Føroyskar rávørur til føroyskar gómar.

 

Hetta kann sigast um stóra og forvitnisliga tiltakið, sum verður á torginum frammanfyri Mentanarhúsið í Fuglafirði leygardagin, 2. september frá klokkan 11-17.

 

Tiltakið er partur av rúgvusmiklu skránni fyri mentanardagar, sum verða í Fuglafirði frá 31. august til og við 3. september.

 

- Hetta verður samstundis Føroya einasti matmarknaður, sum í so stóran mun fagnar heimliga tilfeinginum. Vit savna alt føroyskt tilfeingi innan matmentan og geva fólki møguleikan at skilja, smakka, snakka og keypa.

 

Fyrireikararnir vísa á, at matmarknaðurin, sum verður í Fuglafirði, er bæði ætlaður stórvinnu, smávinnu, einstaklingum og smærri sum størri átøkum. Her verður ein marknaður við alskyns vørum og brellbitum.

 

Á matmarknaðinum verður rabarbusaft úr Kalsoynni, røtur, urtir og annað gott úr Veltuni í Sandoynni, viðskeri av Trøllanesi, makrelur við mosarella, marineraður laksur á spjóti, toskur og tari.

 

- Ja, her verður alt frá hummarum til havhest, siga tey, sum skipa fyri forkunnuga matmarknaðinum á mentanardegnum í Fuglafirði næsta leygardag.