Føroya Symfoniorkestur heystkonsert sunnudagin

Tíðindaskriv

Mikkjalsmessudag, sunnudagin 29. september, klokkan 16 hevur Føroya Symfoniorkestur sína árligu heystkonsert í Norðurlandahúsinum. Á skránni eru verk eftir Gade, Kuhlau og Brahms

Solistar verða Lasse Mouritsen og Páll Sólstein. Dirigentur verður Søren Johansen.
Fyrsta verkið á skránni er ?Ossian ouverturan? av Niels W Gade (1817-1890). Hetta verkið var úrslit av eini kapping, fyriskipað av tónleikarfelagnum í Keypmannahavn í 1840.
Íblásturin til hesa ouverturuna fekk Gade frá Ossian-yrkingunum, ein av genialastu falsanum í bókmentaheiminum. Ein skotskur skúlalærari, Macpherson, hevði skrivað ? men givið verkið út sum eitt afturfunnið skaldaverk frá oldtíðini, eitt verk frá eini gamlari keltiskari bardu ella keltiskum forn-skaldi. Eitt sera vakurt, romantiskt verk, har hetta avgamla skaldið situr uppi í skotska hálandinum og minnist á hendingar og brøgd úr gomlum døgum, men samstundis sera kensluborið, nú hann situr her, ?einastur eftir av mongum?. Verkið var ótrúliga vælumtókt í øllum Europa og varð umsett til ørgrynnu av málum, m. a. til danskt av Steen St. Blicher; ikki fyrr enn fleiri ár seinni var avdúkað, at verkið var ein falsan.
Ossian-ouverturan hevur ein sterkan og vakran melodikk, og er uppbygd í sonatuform við einum sera hábærsligum høvuðstema og einum meira blíðum síðutema; alt hevur ein heldur álvarsaman dám yvir sær. Verkið endar við eini Coda, sum endurtekur høvuðstemaið við fullari styrki ? 4 horn, trompetir og trombonir ? sum síðani fjarar burtur sum eitt kámt minni.

Solo fyri tvey waldhorn
Næsta verkið á skránni er ein Concertino fyri tvey waldhorn av Friedrich Kuhlau (1786?1832). Kuhlau var borin í heim í Ülzen við Hannover, men flýddi sum ungur til Danmarkar undir Napoleonskrígnum at sleppa undan soldatartænastu. Kuhlau skrivaði eina rúgvu av teaturtónleiki, men einasta av hesum verkum, sum veruliga hevur verið standandi, er tónleikurin til donsku tjóðaroperaina ?Elverhøj?, við teimum sera yndisligu løgunum, og ikki minst teirri dámligu ouverturuni, sum er ein sirpa yvir flestøll temaini í verkinum.
Henda Concertino í F-dur fyri tvey waldhorn, verður saman við symfoniorkestrinum spæld av Lasse Mouritsen og Páll Sólstein, frá kgl. Kapellinum, og er skrivað í 1822. Eins og mesta av tónleikinum hjá Kuhlau er verkið vakurt og árinsmikið, við nógvum melodiøsum temaum, men er samstundis tekniskt kravmikið, og skiftast solistarnir í spæli í øllum hugsandi kombinatiónum. Verkið er býtt í fimm partar: 1. adagio non troppo, 2. allegro a la polacca, 3. larghetto, 4. endurtøka av polacca og 5. allegro assai.
Eftir steðgin verður spæld 1. symfoniin av Johannes Brahms.

Johannes Brahms: Symfoni nr. 1 í c-moll
Johannes Brahms (1823-1897) var borin í heim í Hamburg, og gjørdi tíðliga vart við seg sum ein framúr pianistur. Men tað er serliga sum komponistur, og tá mest sum komponistur og symfonikari, hann er kendur fyri eftirtíðina.
FSO hevur síðani stovnina spælt fleiri av Beethovens symfonium, men hetta er fyrstu ferð, at orkestrið leggur til brots við einum verki eftir einum av størstu symfonikarunum í romantisku tíðini. Brahms verður av kennarum mettur eins høgt og stóri meistarin Beethoven. Men tað var ikki beinanvegin, at Brahms vágaði sær undir so stórar musikkformar, men byrjaði við sonatum og minni verkum fyri klaver. Seinni við sang- og kamarmusikkverkum, men ikki fyrr enn í 1876, tá hann var 46 ára gamal, fór hann undir sína fyrstu symfoni.
Fyrsti satsurin er afturlítandi á tey tungu árini í 1850unum, tá Brahms leið av eydnuleysum kærleika til Claru Schumann ? eydnuleysum, tí hon var kona besta vinmann hansara, Robert Schumann. Hetta sigur ein av Brahms-analytikarunum, K Geiringer.
Geiringer heldur fram: ?Tað er eingin ivi um tann skyldskap, sum er millum Brahms og Beethoven í hesum verkinum, hansara fyrstu symfoni. Hesin skyldskapur avmarkar seg ikki bert til líkleikan millum finalutemaið og An die Freude-temaið í 9. symfoni (tá onkur nevndi hetta við Brahms segði hann.?Tað hoyrir hvørt dylhøvd?) og bygnaðin í lagnusymfoni Beethovens; heldur ikki liggur hesin í tí andborna intensiteti í verkunum, men kanska meira í skyldskapinum í poetiska innihaldinum. Tað grundleggjandi temaið fyri tráan og skapan menniskjans, tað æviga mottoið ?per aspera ad astra? (gjøgnum mótgongd til stjørnurnar), hevur eins nógv hugkveikt fyrstu symfoni Brahms og fimtu og níggjundi symfoniir Beethovens. Hugalagið í tí dapra fyrsta satsinum, sum møðisliga stríðir seg fram, fær okkum at hugsa um truplu árini undan deyða Robert Schumanns, myrk og sum um okkurt bølir undir, formulerað í tunga, undirliggjandi orgulpunktinum í C.?
Tað verður ov drúgført at koma inn á øll tey skiftandi hugaløgini í teim ymsu satsunum, men eins og í Beethovens 9., so broytist í seinasta satsi hugalagið og inn kemur eitt ljóst og vónríkt lag úr waldhorninum, sum so verður flutt í ymsu ljóðførini, floytu, strúkarar og eitt sindur seinni í ein heldur hátíðarligan basúnljóm. Symfoniin endar við eini coda, har eitt sálmakent lag skapar eina máttmikla kulminatión.

Vóna góða undirtøku
Hetta er ein sera áhugaverd og fjølbroytt skrá, og er hetta ein sera stór avbjóðing, FSO her hevur sett sær, og er tað tí okkara vón, at fólk fjølment fara at leita sær niðan í Norðurlandahúsið sunnudagin 29. september klokkan 1600.
Atgongumerki á 100 kr fyri vaksin og 30 kr fyri børn eru at fáa í Norðurlandahúsinum og í Kunningarstovuni.