Føroya Tele heldur sundalagsfólk fyri rukku

Jón Ellendersen, Oyrarbakki

Illa hevur útvarp og sjónvarp altíð rigga í Sundalagnum, men nú haldi eg tað ber av. Ikki minst tí, at stjórin í Föroya Tele í sjónvarpi hevur reypað um hvussu góða tænastu teir veita Föroya fólki og hvussu framkomið Föroya Tele er. Jú, gamaní, tá alt fer til menning av heimasíðum, GPS, GPRS, Flags og hvat alt eitur og til ein stóran, dýran bygning. Men tað fær alt fólkið altso ikki gagn av.

Kanska skuldu vit sundalagsfólk hvört um annað fari suður til Sólslottið og notið okkum ein góðan kaffimunn, sloppið at surfa á alnótini, tosa við allan heimin í telefon, bæði fastneti og fartelefon, hugt í alskyns sjónvarp og jolla okkum í teimum feitu stjórastólunum. Men hetta hevði bert verið eitt neyðplástur uppá sárið.

Men hvat er so galið? Alt, burdi eg sagt og so undirskrivað brævið, slutt, punktum. Men tað er ikki langt frá, at alt er galið, og tí havi eg, eins og eini 900 aðrir föroyingar ilt við at skilja, hví vit skulu gjalda Útvarps og Sjónvarpsgjald. Tað riggar so mikið illa, at tað er rætt og slætt tjóvarí tá vit skulu gjalda tað sama sum fólk í Havn, tí vit fáa bert 25%, ja, viðhvört bert 15% av tí tænastu, havnarfólk fáa. Men, hóast óteljandi lesarabröv og mótmæli hiðani úr Sundalagnum, so heldur stjórin í Föroya Tele áfram at reypa hvussu fantastiska framkomið Föroya Tele er og samstundis koma við fjákutum undanförslum fyri at vit hava heimsins dýrasta breiðbandssamband.

Harra telefonverksstjóri: Nú er tíðin komin at syrgja fyri, at fólk í Sundalagnum fáa somu tænastu frá Föroya Tele sum störsti parturin av landinum fær. Vit eru troytt av at verða hildin fyri spott av tær, tí tað er hóast alt tú, sum hevur evstu ábyrgdina! Hvört tú so hevur hug at skumpa hana yvir á Bjarna Djurholm, er tín sök.

Men eg ætli mær so ikki at gjalda hvörki Sjónvarps- ella Útvarpsgjald framyvir fyrr enn Föroya Tele hevur syrgt fyri at rætta henda skeivleika, sum nú hevur vart í minst 35 ár.