Føroya Tele hevur stórt avlop

Á nevndarfundi hjá Føroya Tele hevur leiðslan lagt roknskapin fyri 2000 fram. Ársúrslitið er 30,6 milliónir krónur, og hetta er 4,5 milliónir betri enn í 1999, hóast felagið hevur framt príslækkingar

 

Føroya Tele sigur seg kunna vísa á eitt gott fíggjarligt úrslit í farna ári, nú roknskapurin hjá felagnum er liðugur og klárur at leggja fram á aðalfundinum tann 30. mars. Og tað er hugaligur lesnaður hjá leiðsluni.

Føroya Tele hevur havt eina framgongd í ársúrslitinum uppá 4,5 milliónir í mun til 1999. Ársúrslitið í 2000 gjørdist 30,6 milliónir krónur, eftir at 5,7 milliónir eru settar av til skatt og 2,9 milliónir eru goldnar í landskassan fyri konsessiónsloyvi og rakstur av Fjarskiftiseftirlitinum.

Í 1999 var ársúrslitið 26,1 milliónir krónur, og sostatt er talan um ein vøkstur í úrslitinum við 17,2 %.


Økt søla

Avlopið kemst mest av øktari sølu frá teimum nýggjaru tænastunum. Nettosølan øktist við10,3 % úr 219,4 milliónum krónum í 1999 til 242,1 milliónir krónur í 2000.

Vøksturin í nettosøluni stavar frá GSM fartelefoni, internettænastuni og telebúðarsølu. Hinvegin lækkaði nettosølan á fastnetinum vegna takstlækkingar fyrst í árinum. Hetta upplýsir Føroya Tele í tíðindaskrivi.

Føroya Tele hevði eina stóra kundatilgongd í árinum, sum fór. Tilgondin var 58 % á fartelefonøkinum, og tað hevði við sær, at inntøkurnar øktust við 54 % á hesum øki.

Roknskapruin vísir eisini ein íløguvøkstur á góðar 20 milliónir samanborið við 1999. Í 2000 vóru íløgur gjørdar fyri 57,8 milliónir samanborið við 34,5 milliónir í 1999. Føroya Tele hevur goldið 28,1 milliónir í avdráttum, og langfreistaða skuldin er nú komin niður á 93,9 milliónir krónur.

Samlaði eginpeningurin í felagnum var 157,7 milliónir við árslok, svarandi til eitt trygdarevni uppá 45,9%.


Væl nøgd

Leiðslan í felagnum sigur seg vera sera væl nøgda við ársroknskapin, men vísir samstundis á, at neyðugt er at menna uttanlandasamskiftið við nýggjum millumlanda kaðalum. Harafturat verður neyðugt at gera íløgur í nýggja tøknifrøði, so at felagið framhaldandi kann bjóða viðskiftafólki sínum nýggjar og framkomnari tænastur.

Leiðslan metir, at veitingarskyldan er ein tung byrða, nú kappingin harðnar í hvørjum.

? Veitingarskyldan og íløgutørvurin gera tað neyðugt, at Føroya Tele framhaldandi megnar at skapa góð fíggjarlig úrslit, skrivar Føroya Tele í tíðindaskrivinum.