Jan Petersen er settur í starv sum fíggjarstjóri á Føroya Tele. Hann tekur við eftir Heina Joensen, sum hevur sagt seg úr starvi.
Jan Petersen er 34 ára gamal, ættaður úr Klaksvík og útbúgvin HD í roknskapi.
Jan Petersen hevur starvast á fíggjardeildini á Føroya Tele við fíggjarstýring og roknskapi í hálvt sætta ár. Eitt tíðarskeið var hann fíggjarstjóri hjá JFK í Klaksvík. Umframt hesar arbeiðsroyndir hevur Jan Petersen eisini starvast hjá Nilfisk Advance í Keypmannahavn sum controller og sum grannskoðari hjá Rasmusen og Weihe.
Jan Petersen tekur við starvinum 1. mars 2007.