Sjúrður Skaale
Jan Müller sá út sum var hann dottin niður av mánanum, tá sjónvarpið tosaði við hann eftir at Sosialurin var settur til sølu. Hann gav hyggjarunum ta fatan, at fráboðanin um søluna kom púrasta óvæntað.
Men Jan spældi sjónleik. Hann visti, at Sosialurin skuldi setast til sølu langt áðrenn tað hendi. Sambært Dimmu kom jú eitt boð upp á Sosialin longu dagin eftir, at hann var settur til sølu. Og tað kann ógvuliga illa vera komið frá øðrum enn teimum, sum eiga blaðið í dag. Hvør annar skuldi havt upplýsingarnar?
Hetta er einki at siga til. Sjálvandi fór sølan fram í samráð við blaðstjórarnar. Alt annað hevði verið løgið. At hann Jan sat og spældi handan sjónleikin, kann heldur ikki kallast skeivt. Tað var í mesta lagi eitt sindur fjákut.
At Javnaðarflokkurin gevur Jan og hansara monnum framíhjárætt at keypa blaðið, er eisini púrasta upplagt og í fínasta ordan.
Tað, sum ikki er í ordan er, at leiðslan á Sosialinum í allari gongdini hevur havt almennu fyritøkuna Føroya Tele sum viðspælara.
Partísoldátarnir
At Føroya Tele sambært viðtøkunum als ikki hevur loyvi til at keypa Sosialin, er sjálvsagt álvarsamt men tað er ikki størsti trupulleikin.
At tað almenna við hesum er við til at keypa upp tað privata, er eisini óheppið, men heldur ikki nakað at missa svøvnin av.
Tað, sum er mest grundleggjandi skeivt í øllum hesum er, at Føroya Tele við síni nýggjastu íløgu beinleiðis stuðlar einum politiskum flokki í Føroyum.
Tí hóast Sosialurin er eitt útmerkað tíðindablað, so er endamálið hjá blaðleiðsluni ikki bara at bera tíðindi. Tað er sanniliga eisini at marknaðarføra Javnaðarflokkin.
Jan Müller og Eirikur Lindenskov eru tað, vit kunnu rópa partísoldatar í Javnaðarflokkinum. Teirra fremsta missión á Sosialinum hevur altíð verið at júka niður í fólk, at Javnaðarflokkurin er best. Einaferð var Fólkaflokkurin tann óndi, og farnu mongu árini hevur Tjóðveldisflokkurin verið tað stóra dýrið. Men Javnaðarflokkurin er altíð best. Eisini tá Javnaðarflokkurin ikki stendur fyri nøkrum sum helst í føroyskum politikki. Á Sosialinum broytist hugsanin ikki Sverri, Vilhelm, Gerhard og Henrik eru bara svarið!
Skulu fólk skifta til Kall?
Nú hava hesir partísoldatar (kanska saman við øðrum starvsfólki) so keypt Sosialin. Og nógv bendir á, at tað áðrenn søluna var avtalað, at teir skuldu hava blaðið.
Hetta er absolutt einki at siga til. Sjálvandi vil Javnaðarflokkurin tryggja sær, at ryggklappararnir sleppa at halda fram. Politiskt sæð hevði alt annað verið vitleyst.
Men líka so vitleyst er tað, at almenna fyritøkan Føroya Tele er við í spælinum.
Tí tað er lítil ivi um, at politiska linjan hjá Sosialinum verður tann sama. Hóast flokkurin ikki longur eigur blaðið og ikki kann geva beinleiðis ordrar, so er loyaliteturin tann sami. Og fingu Jan, Eirikur og hini í veruleikanum einarætt at keypa, standa teir jú eisini í moralskari skuld til flokkin.
Tí er lítil ivi um, at propagandamaskinan fer at koyra sum áður. Úrvalið av politiskum tíðindaflutningi verður sum higartil. Tær javnaðarmissiónsku oddagreinarnar fara sum altíð at renna inn á teldukervi blaðsins frá teimum ymisku skribentunum kring landið.
Í sær sjálvum er tað púrasta í ordan.
Men tað er avgjørt ikki í ordan, at pengar hjá Føroya Tele standa aftanfyri. Tí pengar hjá Føroya Tele, eru pengar hjá Føroya fólki. Og knøpp 80% av Føroya fólki velja ikki Javnaðarflokkin.
Leiðslan á Føroya Tele hevur við hesum gjørt ein fatalan brølara. Hon hevur stoytt ta almennu fyritøkuna niður í eina partapolitiska suppu, har hon als ikki hoyrir heima.
Andras Róin eigur sum skjótast at draga Føroya Tele burturúr aftur hesi suppu. Og tað eigur hann ikki bara at gera av prinsipiellum orsøkum. Tað kann eisini kosta fíggjarliga, ger hann tað ikki.
Teir flestu av hansara kundum hava jú lítlan hug til at stuðla Javnaðarflokkin, tá teir rinda sína telefonrokning. Men tað verða teir nú tvingaðir til.
Tað kundi hent, at nógvir av teimum fara yvir til Kall...