Føroya Tele sendir tilvildarligar rokningar

? Í fleiri førum hevur Føroya Tele brotið egnar viðskiftatreytir, hvat rokningum fyri internetsamband viðvíkur. Føroya Tele hevur sum veitari av fjarskiftistænastum skyldu til, at geva brúkaranum "neyva skuldskriving fyri gjøldum fyri veittar tænastur."

 

Internetrokningar


Ein internetbrúkari hjá Føroya Tele føldi seg ikki sørt snýttan, tá hann fekk eina internetrokning fyri eitt tíðarskeið har viðkomandi hevði verið uttanlands, og tískil ikki hevði havt nakað samband við internetið hjá Føroya Tele.

Brúkarin setti seg í samband við internetdeildina hjá Føroya Tele og bað um at fáa kannað, hvat hetta snúði seg um. Tað kom skjótt undan kavi, at Føroya Tele kundi ikki vísa á nakrar upplýsingar, sum kundu prógva at internetið hevði verið brúkt hetta tíðarskeiðið.


Leysar grundgevingar


Grundgevingin fyri rokningina var, at hetta helst mundi vera avlop frá mánaðanum frammanundan. Hóast hesa heldur leysu grundgeving, fekk viðkomandi ongar ávísingar um, at talan veruliga var um avlop.

Á heimasíðuni hjá Føroya Tele stendur, at teir hava skyldu til a) at veita fjarskiftistænastu á dygdarliga høgum stigi og b) kravið fevnir millum annað um neyva skuldskriving av gjøldum fyri veittar tænastur.

Hetta vil tískil siga, at tá Føroya Tele á internetrokningini ikki viðmerkir, hvat gjaldið er fyri, brýtur egnar viðskiftatænastur. Sum kundi hevur tú rætt til eina og hvørja tíð at krevja frágreiðing uppá tínar rokningar.

Vit hava sett okkum í samband við Føroya Tele. Teir hava ongar viðmerkingar í løtuni, men málið verður kannað.