Føroya Ungdómsráð landsstevnu

.

Í døgunum 20.?24. mai skipar Føroya Ungdómsráð fyri eini ráðstevnu, sum verður hildin á Skótadeplin-um á Selatrað.

Á stevnuni verða uml. 30 fólk, sum koma frá ungdómsráðunum í útjaðaraøkjunum/londunum í norðurlondum: Álandi, Grønlandi, Íslandi, Føroyum og samar úr Noreg, Svøríki og Finlandi.

Leiðarar á ráðstevnuni verða Joachim Clausen úr Danmark, Sambo Lappalainen úr Finlandi, Lene Kjelsen úr Grønlandi og Kári Olsen úr Íslandi. Hesi eru øll nevndarlimir í Nordisk Ungdomskomite, sum er nevnd undir Nordisk Ministerråd. Nordisk Ungdomsråd fíggjar ráðstevnuna.

Endamálið við ráðstevnuni er at tey, sum mynda skipaða og sjálvbodna barna- og ungdómsarbeiðið í útjaðaraøkjunum í norðurlondum skulu hittast um eina skrá, sum tekur støði í umstøðunum í hesum økjum/londum, at upplýsa um og menna ungdómsarbeiði og at finna fram til eina felags stevnu fyri barna- og ungdómsarbeiðinum.

Ráðstevnan verður hildin á Skótadeplinum á Selatrað. Har eru góðar umstøður, so luttakararnir kunnu búgva í einkult- og dupultverilsum. Har er góður køkur, mat- og fundarsalur, uppihaldsstova ? umframt sera vøkur náttúra.

Skráin er fjølbroytt við fyrilestrum, bólkaarbeiði og útferðum.

Hósdagin verður arbeitt við evninum: demokrati og ávirkan, farið verður eina gonguferð við Rasmusi Skorheim til Eysturoyar-syllina, og um kvøldið fer Jens-Kjeld Jensen, fuglaútstappari, at hava fyrilestur um náttúru og fuglar í Føroyum.

Fríggjadagin verður farið útferð undir Vestmannabjørgini, hugt verður at gomlu Havnini og seinnapartin verður vitjað í Norðurlandahúsinum, har Jóannes Dalsgaard, mentanarstjóri, fer at greiða frá um mentanarpolitikk í Føroyum. Um kvøldið verður fundur við formenninar í barna- og ungdómsfelagsskapum í Føroyum.

Leygardagin verður byrjað við fyrilestri og bólkaarbeiði um náttúru, hav og umhvørvi, sum Finnur Winther Lützen, studentaskúlalærari, hevur ábyrgdina av. Seinnapartin verður arbeitt við evninum at finna eina felags stevnuskrá fyri ungdómsráðini. Og um kvøldið verður skipað fyri einum mentanarkvøldi.

Ráðstevnan endar sunnudagin, tá ið gestirnir fara heimaftur.