Bjarni Djurholm, løgtingsmaður
--------
Hví ikki síggja møguleikarnar í trupulleikunum heldur enn trupulleikar í møguleikunum?
Kjakið um framtíðar bústaðarvánirnar í Føroyum hava snúð seg um kostnaðin at flúgva til og úr landinum. Heilt nátúrliga hevur Atlantic Airways verið partur av umrøðuni. Felagið er í eini reellari monopolstøðu, og avger Atlantsflog tí suverent, hvat rindast skal fyri ferðaseðlarnar.
Spurningurin er tí, hvat er til ráða at taka? Skulu vit hava farleið burtur í lond, sum er kappingarfør við møguleikaranar hjá okkara útisetum at ferðast millum Danmark og onnur lond á meginlandinum? Og hevur tað ikki alstóran týdning at skapa møguleikar fyri vinnuna at ferðast bíliga og smidliga, umframt at borgarar eisini kunnu ogna sær ferðaseðlar, sum í prísi geva møguleikar heldur enn forðingar?
Vegamótið
Tað er alkunnugt, at Atlantsflog í fleiri ár hevur verið á einum vegamóti. Felagið fekk eina stak positiva framgongd undan aldarskiftinum og fylgjandi árini, har operativu tímarnir fóru frá 2500 tímum árliga upp móti 20,000. Ein kolosalur vøkstur, sum bæði var orsakaður av stóru búskaparframgongdini burturi sum heima, umframt, at felagið megnaði at vinna sær góðar sáttmálar bæði í Noregi og Danmark. Harafturat fekk Atlantsflog hendur á bíligt materiell, tá felagið ognaði sær flogfør, sum vóru ávegis útfasan og tí kundu keypast bíliga.
Men sum kunnugt -trøini vaksa ikki inn í himmalin, so tað var longu greitt fyri árum síðani, at Atlantsflog skuldi ogna sær nýggj flogfør, og at hetta skiftið fór at seta felagnum stór krøv til raksturin. Bæði tí felagið skuldi binda seg til ovustórar íløgur, har eitt nýtt flogfar kostar meira enn allur gamli flotin tilsaman og so, at felagið í eini skiftistíð skuldi servisera ymsar flogtypur, sum aftur setti ymisk krøv til eykalutir, mannagongdir, førleikar o.s.fr..
Kuvøsutilvera
Henda álvarsama avbjóðing kravdi greitt svar, skuldi felagið hava líkinda framtíð. Politiskar røddir vóru longu tá frammi sum hugleiddu um, at Atlantsflog skuldi virka sum ein onnur strandferðsla, sum hevði eittans endamál - at flyta ferðandi so bíliga millum lond sum gjørligt.
Einki krav skuldi vera til yvirskot, ferðaprísirnir millum lond skuldu kunna javnberast við prísleguna sum er kend á meginlandinum og landið skuldi við kassa 1 rinda fyri endurnýggjan av flotanum.
Henda løgna vanahugsanin hevur síðani við jøvnum millumbilum verið uppi og vent, seinast tá landsstýrismaðurin boðaði frá hesum undan valinum, og nú eisini andstøðuflokkar hava gjørt seg til talsmenn fyri somu sjónarmið.
Ella sagt øðrvísi, ætlanin er, at Atlantsflog framyvir skal hvíla í einari almennari politiskt ásettari kuvøsutilveru á høvuðsfarleiðini millum Føroyar og Danmark.
Uppskot hava verið frammi um kostnað fyri tur/retur ferðaseðil millum FO og DK fyri einastaðni millum 1000 og 1500 kr. Tað almenna skal so gjalda munin, sum verður einar 150 til 170 mio. kr árliga. Hetta svarar til einar 10,000 kr í eykaskatti um árið til hvørt húsarhaldið í Føroyum!?
Ongar rationaliseringar
Tað er politskt oportunistiskt at vera boðberi fyri hesum boðskapi – ja, næstan lættisoppakent. Øllum kunnugt, so selja monopolfyritøkur sínar vørur fyri tann prísin, sum marknaðurin er noyddur at gjalda. Tí er tað høpisleyst, umvegis skattarokningina, at barsla ætlan, har monopolfyritøkan fær rindað munin millum egið ásett vørugjald og so tað, sum hissini politikarar halda er rímiligt.
Við slíkum atburði verða ongar rationaliseringar, samstundis sum monopolfyritøkan ger júst sum hon plagar – politiska skipanin ordnar jú millumrokningarnar við skattapeningi.
Tað er lætt at lova og gerast populerur, tá tað eru hini sum skulu gjalda. Verður hetta lagið sleppur Atlantsflog at liva eina alment sorgleysa skattarindaða tilveru.
Veruliga alternativið
Upp móti hesi politisku vanahugsan var avgerð í 2005 tikin um at einskilja 2/3 av Atlantsflogi. 1/3 til smærri íleggjarar, 1/3 til stóran íleggjara (har vóru útlendsk navngivin flogfeløg áhugað) og so skuldi landið framvegis eiga seinasta triðingin, sum gav landsstýrinum blokerandi minniluta sum tryggaði, at Atlantsflog reelt hevði heimstað og høvuðssæti í Føroyum, umframt, at flogførini vórðu serviserað
her.
Tað var stórur áhugi millum heimligar og útlendskar investorar fyri hesum modelli, sum í 2007 skuldi samtykkjast í Løgtinginum. Men í tilgongdini vildi Løgtingið ikki einskilja 2/3 í einum, men valdi ístaðin at býta einskiljingina í tvey - fyrst selja 1/3 til smáar íleggjarar og næsta triðingin seinni.
Hesum var eisini boðað frá í sølutilgongdini, og keyptu 1370 íleggjarar partabrøv upp á nevndu premissur. Fortreytir, sum hvørki landsstýri ella Løgting síðani hava innfríað við tí úrsliti, at partabrøvini illa kunnu umsetast og m.a. við teirri avleiðing, at tey eru fallin í virði.
At einskilja var ikki lætta loysnin, men harafturímóti tann rætta. Einskiljingin var ikki endamálið, men amboðið at marknaðargera felagið, so Atlantsflog fekk betri kjølfesti í fríari kapping, bæði á heimaleiðunum, men ikki minst á meginlandinum. Her var 3. loftferðslupakkin hjá ES ein fortreyt, sum skuldi verða implementeraður í føroyska lóggávu. Men heldur ikki hesin er komin uppá pláss, hóast hann longu var til viðgerðar í sambandi við einskiljingina í 2007.
Annars eydnaðist einskiljingin av fyrsta triðinginum sera væl. Millum íleggjararnar var viðurkent útlendskt flogfelag, sum við íløguni gav signal um, at íleggjarin ætlaði strategiskt samstarv við Atlantsflog.
Bíligari ferðaseðlar
Einskiljingin eigur tí at halda fram sum upprunaliga ætlað. Sølan av næsta triðinginum av Atlantsflogi fer at geva felagnum eitt nýtt og dyggari tilverugrundarlag. Við sterkum íleggjaraskara, har landsstýrið er triðingseigari, kann felagið fáa lut í farleiðum burturi í heimi. Umvegis annað flogfelag kann Atlantsflog eisini gagnnýta egnan kapasitet betri, umframt at felagið í nýggjum ognarskara fær betri atgongd til materiell. Úrslitið verður munandi vøkstur í inntøkunum, sum fer at styrkja Atlantsflog og gera tað møguligt hjá felagnum at virka í aktivari prískapping á Føroyaleiðini móti øðrum sterkum kappingarneytum, sum í besta lagi fara at síggja Føroyaleiðina sum eitt lítið ískoyti í einum størri samanhangi.
Skulu ferðandi hava veruliga møguleikar at ogna sær bíligari ferðaseðlar má kapping til. At skatta hvørt húsarhald fyri at fáa prísin niður er meiningsleyst. Burturúr tí spyrst eingin menning, bert framhaldandi monopol uttan rationaliseringar og betringar annars fyri ferðandi.
Øll monopol hava nokk í sjálvum sær og higartil hava eingi monopol megnað at laga prísleguna til frama fyri borgaran, undantikið tá politikar í gávumildni við annara peningi hava leskað monopolið, so tað framhaldandi kann liva eitt sorgleyst skattafíggjað lív.
Tann leiðin er meiningsleys, tí má annað skinn takast um bak. Gevið Atlantsflog eitt nýtt framsøkið lív, einskiljið næsta triðingin av felagnum og gevið teimum ferðandi kappingarførar ferðaprísir. Lat okkum síggja møguleikarnar í avbjóðingunum. Vit skulu ikki velja løttu og behagiligu loysnirnar, men heldur røttu, sum fara at menna Føroyaflúgvingina inn í framtíðina. Kappingin er svarið.