Føroyingafelagið í Aarhus
www.aarstova.dk
Føroyahúsið í Aarhus, í dagligari talu nevnt Áarstova, hevur í mong Harrans ár hildið til miðskeiðis í Aarhus. Føroyingafelagið í Aarhus tekur sær av dagliga rakstrinum, og húsini eru karmur um nærum alt virksemið, ið Føroyingafelagið í Aarhus hevur.
Av føstum tiltøkum kann nevnast café frá týsdegi til hósdag; og barr hvørt leygarkvøld. Barnaskúli er annan hvønn leygardag, og sunnudagsskúli er annanhvønn sunnudag. Felagið stendur fyri útgávuni av Áarósanum, ið er málgagn felagsins. MFS húsast eisini í Føroyahúsinum í Aarhus og hevur skrivstovutíð hvønn týsdag.
Føroyingafelagið stendur eisini fyri innandurafótbólti, batminton og flogbólti. Umframt hetta so skipar felagið eisini fyri mentanarligum tiltøkum við eitt nú livandi tónleiki og fyrilestrum. Føroyahúsið í Aarhus er karmur um flaggdagshald, grækarsmessuhald og veiTslum av alskyns slagi.
Hóast Føroyingahúsið í Aarhus, eins og Føroyahúsið í Keypmannahavn, er karmur um alskyns mentanarlig tiltøk til tess at stimbra føroyskan samleika og fáa føroyingar í Aarhus og aðrastaðni til at kenna seg væl í kendum umhvørvi, letur Landskassin ikki 1,- kr. til rakstur av húsinum ella til virksemi felagsins. Aarhus Kommuna stuðlar felagnum við at lata stuðul, ið svarar til 70% av leiguni. Harvið er sagt, at nærum alt arbeiðið, ið fer fram í Føroyingahúsinum í Aarhus er sjálvboðið og ólønt.
Nevnd eftir nevnd stríðist soleiðis fyri at fáa endarnar at røkka saman. Øll tiltøk mugu og skulu geva yvirskot, tí felagið hevur ikki ráð til annað. Sigast skal tó, at tað av og á eydnast at fáa stuðul frá privatum fyritøkum tær fyritøkurnar skulu hava eina hjartans tøkk fyri tað.
Vísandi til lesarabræv hjá Martin Fjallstein, leiðara í Føroyahúsinum í Keypmannahavn tann 3. januar, so vilja vit vísa á, at tað er ein heil verøld á muni á teimum umstøðum, ið Føroyahúsið í Keypmannahavn hevur at arbeiða undir, og so teimum, ið Føroyahúsið í Aarhus hevur at virka undir.
Føroyahúsið í Keypmannahavn fær 1,4 milliónir hvørt ár úr Landskassanum, ímeðan Føroyahúsið í Aarhus ikki fær 1,- kr. Í Keypmannahavn hava tey Føroyahús, Sendistovuna, Bryggjuna o.a., ið verður fíggjað úr Landskassanum. Í Aarhus hava vit bara Føroyahúsið.
Vit halda, at tað er undranarvert at ímeðan føroyskir politikarar vilja forða miðsavnan í eitt nú Keypmannahavn, so verður allur almennur peningur miðsavnaður í Keypmannahavn. Vit sakna at fleiri politikarar taka málið upp og hjálpa okkum við at bøta um umstøðurnar hjá føroyingum uttan fyri Keypmannahavn. Umframt Aarhus, so eru sum kunnugt hópin av føroyingum eisini at finna í Odense, Esbjerg og Aalborg og aðrastaðni.
Fyri 4 árum síðan vóru føroyahús ella føroyingahús í Odense, Aarhus, Esbjerg og Aalborg. Í dag finnast bert føroyahús í Esbjerg og Aarhus. Og heldur gongdin fram, so er vandi fyri, at eisini Føroyahúsið í Aarhus dettur niðurfyri.
Umframt týdningin av at hava eitt føroyahús ella føroyingafelag, har føroyingar kunnu koma saman, virkar húsið eisini sum eitt stað, har man finnur nøkur av sínum egnu og knýtir vinabond. Uttan eitt felagsstað, so er vandi fyri, at føroyingarnir blíva vekk í nærumhvørvinum; og vónirnar fyri, at tey ungu, spírandi fólkini eftir loknan lesnað venda nøsina aftur til Føroyar, minka munandi.
Tað sum vit vilja er, at Føroya Landstýri og Løgting viðurkenna tann týdning, ið felagsarbeiði okkara hevur fyri útisetar her um leiðir. Um vit ynskja tey heimaftur; so má okkurt gerast fyri at varðveita tilknýtið til Føroyar. Um Føroya Landsstýri og Løgting ikki ynskja tað so er bara at siga tað alment og lata føroyahúsini uttan fyri Keypmannahavn sigla sín egna sjógv og framhaldandi senda allan almennan stuðul til eitt og sama stað nevniliga Keypmannahavn.
Fyri at venda aftur til nevndararbeiðið í Føroyingafelagnum í Aarhus, so má sigast, at søgan vísir, at virkisframar og framskygdar kreftir drukna í ævigu jagstranini eftir ikki at fáa reyð tøl á botnlinjuna. Hetta slítur upp á hugin til felagsarbeiðið og ger, at nýggjar kreftir ikki gerast drúgvar kreftir.
Vit í Aarhus kundu hugsað okkum at havt tiltøk, ið ikki noyðast at geva yvirskot eitt nú fleiri fyrilestrar, ferniseringar, lestrardagar fyri lesandi, útferðir o.a.
Vit kundu hugsað okkum, at tær almennu Føroyar funnu fram til ein býtislykil, ið eitt nú kundi givið stuðul til Føroyahús ella føroyingafeløg, ið høvdu tiltøk av ymsum slag. Mynduleikarnir kundu umsitið játtanina skynsamt og tryggjað sær, at virkin feløg fingu takkarløn fyri tað arbeiðið, ið tey gera fyri at stimbra føroyska mentan og samleika.
Aarhus 15. februar 2006
Við vón um viðurkenning, og ikki minst stuðul, frá føroyskum politikarum og mynduleikum