Føroyameistararnir endaðu við stíli

Fótbóltur: Hóast teir longu seinasta vikuskifti gjørdust føroyameistarar, so slakaðu HB-ararnir ikki í seinasta leikumfarinum, tá ið ÍF var fyri lemjandi ósigri á heimavølli

Teir mongu áskoðararnir úr Havn, sum høvdu leitað sær norður til Fuglafjarðar leygardagin, høvdu neyvan væntað, at tey fóru at síggja eitt HB-lið, sum var so væl upplagt, sum tað nú einaferð var. Tey flestu høvdu óivað fyrst og fremst steypahandanina, og tað sum har til hoyrir, í huganum.

ÍF var undan dystinum í vanda fyri at glíða niður um sumbingar, so at teir noyddust at spæla um at sleppa undan niðurflyting, men hetta sást ikki aftur á avrikinum hjá fuglfirðingunum leygardagin.


HB byrjaði sum

eitt ódnarveður

Tað mundu verða fleiri áskoðarar, sum ikki fingu tey fyrstu málini við. Tann eini bussurin úr Havn kom ikki, fyrr enn støðan var 2-0 til HB?

Heimaliðið hevði ilt við at fóta sær, og tá ið fyrri hálvleikur var hálvrunnin, vóru føroyameistararnir á odda 4-0! Kvika álopsspælið hjá HB var ein ov stórur gloypibiti fyri ÍF, og tað var ein frægd at síggja høgru síðu hjá HB við Johannes Joensen og Allan Mørkøre, sum báðir spældu ein branddyst.

At ÍF hevði stórar trupulleikar við at verja fyri í sínari vinstru verjusíðu, legði venjarin hjá fuglfirðingum eisini skjótt til merkis, og hann valdi tí at gera eina útskifting, tá ið einans 24 minuttir vóru leiktir av dystinum. Høgni Hansen, sum spældi á vinstra vongverja, bleiv tikin út, og Mortan Thomsen kom inn fyri hann. Mortan fór í álopið at spæla, og Egil Zachariassen bleiv fluttur úr álopinum og aftur á vongverjan at verja fyri Allani Mørkøre og Johannes Joensen.

Taktiska broytingin hjá Piotr Krakowski bøtti eisini um spælið hjá fuglfirðingum, sum næstu løtuna spældu seg til nakrar møguleikar, uttan at nakað tó spurdist burturúr. Í staðin var tað HB, sum stutt undan steðginum økti um leiðsluna, so at hálvleiksstøðan var 5-0 til føroyameistararnar.


Súni Fríði eksploderaði eftir steðgin

Tað var serliga ein leikari á vøllinum, sum gjørdi vart við seg eftir steðgin, og tað var Súni Fríði Johannesen hjá HB. Hann gjørdi ikki færri enn fýra mál í seinna hálvleiki, soleiðis at hann endaði sum toppskjútti hjá HB við 18 málum, eitt meiri enn Allan Mørkøre. Okkurt av málunum var eisini gjørt í góðum samanspæli við Allan, sum seinastu 25 minuttirnar av dystinum leikti sum beinleiðis framherji.

Tað skerdi eisini liðið hjá fuglfirðingum, at málverjin, Erling Joensen, noyddist av vøllinum við skaða eftir ein tilvildarligan samanstoyt við Allan Mørkøre, hóast fleiri fuglfirðingar ikki vóru

nøgdir við samanstoytin. Eykaleikarin, Ken Bærentsen, fór í málið fyri Erling, og hann skal ikki lastast fyri tey seinastu málini hjá HB, tí hann stóð seg bara væl. Millum annað hevði hann beinanvegin eina frálíka fótparadu frá Súna Fríða, sum var sloppin leysur inni í sjálvum brotsteiginum.

Annars kundi dómarin, Niklas á Líðarenda, havt reyða kortið á lofti einar tvær reisur í seinna hálvleiki. Tað fyrru ferðina var tað Kaj Leo í HB-málinum, sum skuldi sæð reytt, tá ið hann brúkti neyðbremsuna fyri at steðga Áslakki Petersen, sum var sloppin leysur í brotsteiginum hjá HB. ÍF fekk brotsspark og mál, men Kaj Leo fekk einki kort, og tað mundu tey flestu helst gleðast um innast inni, tá ið havt verður í huga, at dysturin helst var seinasti landskappingardysturin hjá málverjanum, sum er skrásettur fyri 297 dystir fyri 1. lið hjá HB, sum eisini er met í felagnum.

Seinna reyða kortið átti polski verjuleikarin hjá ÍF, Jacek, at fingið, tá ið hann, sum seinasti maður, brúkti hondina fyri at steðga einum HB-álopi. Hann fekk tó gult, tí at dómarin metti, at støðan ikki var so vandamikil.


Latið ikki

vónina doyggja

At HB-áskoðararnir, sum vóru fleiri í tali enn fuglfirðingarnir, hugnaðu sær óført, var einki at siga til. Teir høvdu eisini hug til at arga heimaliðið eitt sindur, tá ið støðan var 5-0, og teir fóru at syngja sangin »Latið ikki vónina doyggja«.

Sum heild kann sigast, at føroymeistararnir endaðu kappingarárið við maner, og at ÍF skal taka sær um reiggj, um teir ætla sær at fáa nakað burturúr komandi kappingarár.


Málini:

0-1: Johannes Joensen. Jens Erik Rasmussen skýtur hornaspark úr høgru síðu, og Johannes Joensen stendur púra leysur við nærmastu stong og hevur lætt við at stúta bóltin í málið.

0-2: Allan Mørkøre. Ein skotroynd frá Súna Fríða Johannesen verður blokerað í verjuni hjá ÍF, og bólturin støkkur til Allan Mørkøre, sum staddur inni í 5-metrinum potar bóltin í málið.

0-3: Jens Erik Rasmussen. Eftir at bæði Súni Fríði Johannesen og Magni á Lakjuni hava roynt seg, endar bólturin hjá Jens Eriki Rasmussen, sum úr 11 metra fjarstøðu sendur bóltin í netið.

0-4: Hallur Danielsen. Eitt langt innkast frá Allani Mørkøre verður snittað víðari av Johannes Joensen. Erling Joensen í málinum hjá ÍF boksar bóltin nakað burtur, men hann endar hjá Halli Danielsen, sum er avgjørdur og langar bóltin í málið.

0-5: Magni á Lakjuni. Eitt frálíkt einmansavrik frá Johannes Joensen endar við, at Magni á Lakjuni sleppur at dribla næstan heilt inn á málstrikuna og skora.

0-6: Súni Fríði Johannesen. Allan Mørkøre brýtur ígjøgnum í høgra borði og sendur ein góðan bólt inn fyri til Súna Fríða, sum skallar bóltin í málið.

0-7: Súni Fríði Johannesen. Klumpspæl áraka brotsteigarmarkið hjá ÍF førir við sær, at Súni Fríði sleppur inn um ein verjuleikara og málverjan hjá fuglfirðingum og trillar bóltin í málið.

0-8: Allan Mørkøre. Klaksvíkingurin sleppur at reka inn í brotsteigin hjá ÍF, og 12 metrar frá málinum langar hann bóltin upp undir nettakið.

1-8: Áslakkur Petersen. Áslakkur Petersen gerst leysur við Kaj Leo í HB-málinum, sum tekur beinini undan honum. Áslakkur setur sjálvur brotssparkið trygt í netið.

1-9: Súni Fríði Johannesen. Runavíkingurin snýtir einar tríggjar verjuleikarar hjá ÍF, áðrenn hann sendir bóltin í netið, dygst úti við handaru stong.

1-10: Súni Fríði Johannesen. Málverjin hjá ÍF hálvbjargar eitt fríspark frá Allani Mørkøre, og so er Súni Fríði beinan vegin klárur og prikar bóltin í málið.