Føroyameistararnir vóru í dýrastu neyð

Hondbóltur: Við málmansspæli í serklassa var StÍF-málverjin Johan Danielsen grundarsteinurin fyri eyðmýkjandi heimaósigri til VÍF

Við framúskarandi málmansspæli, disciplineraðum verjuspæli og flótandi álopsspæli helt StÍF sær á gleimi í Vestmanna og gav 1. mansliði VÍF sítt kanska størsta tap nakrantíð á heimavølli í landskappingini. StÍF vann ikki minni enn 41-25, og tað var ikki eitt mál ov nógv.

Fyri at taka málmansspælið fyrst, so var tað enn betri enn móti Kyndli fyrr í vikuni, og tá var tað sera gott. Johan Danielsen tók alt, sum vestmenningar sendu ímóti honum, serliga fyrsta korterið, tá StÍF kom á odda 12-3.

Hetta er ein næstan óhoyrd støða í Vestmanna, har VÍF hevur verið føroyameistari tvey tey seinastu árini. Men leygardagin var tað StÍF, ið spældi sum ein føroyameistari. Tað hava teir gjørt fyrr, men ofta hevur tað verið ov svingandi hjá strandaliðnum, og tí hevur tað ongantíð eydnast teimum at standa seg móti VÍF og Kyndli á stigatalvuni, tá samanum er komið.

Í løtuni hevur StÍF besta liðið í landinum ? ella kanska er tað rættari at siga, at teir hava best spælandi liðið í landinum. Seinastu tveir dystirnar hava teir vunnið móti oddaliðunum, og um teir megna at halda tað, sum teir hava víst seinastu vikuna, ja, so endar gullið í Eysturoynni í ár.

Frá 12-3 tók VÍF seg upp á 13-7, men nærri sluppu teir ikki. Tá hálvleikur var, vísti máltalvan 9 til heimaliðið og 20 til útiliðið. Eins og ímóti Kyndli mikukvøldið var StÍF-álopið í hopla, og fimm spælarar býttu tey 20 málini ímillum sín. Hetta er eisini ein av styrkjunum hjá StÍF. Teir hava góðar og málsóknar spælarar á øllum plássum, og eingin er bangin fyri at royna seg. Spælið gongur skjótt og væl, og teir eru nóg væl fyri kropsliga til at halda ferðini uppi.

Í verjuni eru teir nærlagdir og vita, hvar teir skulu leggja trýstið. Áki Olsen, sum vanliga skjýtur mál uppá strípu fyri VÍF, fekk einki burturúr leygardagin, og hann skeyt bert trý mál henda dystin.

Og tá tað samstundis eydnaðist StÍF at skora í so at siga hvørjum álopi, kundi tað ikki ganga øðrvísi.

Við hálvleiksstøðuni 20-9 kundi ein trúð, at strandingar fóru at slakka eitt sindur av í seinna hálvleiki, men so varð ikki. Teir hugnaðu sær úti á vøllinum, og eftirsum hetta var seinasti dysturin áðrenn jólasteðgin, var heldur eingin orsøk til at spara seg.

Júst tað at kappingin nú heldur ein steðg upp á tríggjar vikur, kann vísa seg at gerast óheppið fyri StÍF. Teir hava riðið á aldukambinum seinastu tíðina, men tað at kappingin nú verður avbrotin, kann bróta rútmuna hjá teimum.

Tað frættist eisini, at John Petersen, sum hevur riggað sera væl sum vongur í seinastu dystunum, fyrst í januar mánaði fer av landinum í fótbóltsørindum, og tað er ein stórur missur fyri StÍF-liðið.

Teir hava í seinastu dystunum skift millum lítið og einki út ? teir seks sum byrja inni, spæla so at siga allan dystin. Tað hevur riggað væl og hevur eisini skapt eina kjarnu, sum kann fara, um onkrir av spælarunum falla frá.

Men um strandingar kunnu endurtaka avrikini móti Kyndli mikukvøldið og móti VÍF leygardagin (og tað er eingin orsøk til at halda, at teir ikki kunna tað), so er StÍF eins stórur favorittur til føroyameistaraheitið og nakað annað lið.

VÍF kom sær rættiliga í óføri leygardagin, og teir skulu hinvegin fegnast um, at kappingin nú liggur still í tríggjar vikur. Teir kundu sum so einki gera við, at málverjin hjá mótstøðuliðnum stóð so væl, men teir kláraðu heldur ikki serliga væl at spæla seg ígjøgnum. Leygardagin nyttaði lítið at dúva upp á skotini útifrá hjá Áka og Sámali.

Nógvir favorittar eru til føroyameistaraheitið, og VÍF er framvegis ein av teimum. Ein dystur sigur so lítið í tí stóru heildini, men vestmenningar hava í øllum førum fingið okkurt at hugsa um í jólafrítíðini.