Føroyanevndin hjá Fólkatinginum á vitjan

Fyrrapartin av vikuni hava 10 fólk frá Færøudvalget – ella Føroyanevndin hjá Fólkatinginum verið á kunningarferð í Føroyum.

Tað er siðvenja, at nevndin kemur á kunningarferð, og fáa tey tá høvi at kunna seg við ymisk viðurskifti í Føroyum. Vanliga vitja tey her um annaðhvørt ár.

Hesaferð var m.a. á skrá at vitja í Skopun, Grótvirkið, á Sandi, Listasavnið, í Skálavík kunning um vega- og tunnilsgerð. Eisini hevur verið vitjað í Tinganesi og í Løgtinginum - eisini sóu og hoyra tey um vindmyllulundina hjá SEV í Húsahaga.

Í gjár lá leiðin til Klaksvíkar, har tey vitjaðu P/F Hvalnes, og vórðu kunnaði um virksemið hjá Norðborg og Christian í Grótinum eins og marknaðartilgongd til Europa, Rusland og aðra staðir.

Borgarstjórin, Jógvan Skorheim var vertur við einum ábiti, har eisini varð kunnað um Klaksvík og eftir ynski frá nevndini, um læknastrýðið, sum Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur, segði frá.

Síðani sóu tey Christianskirkjuna, har Alex Sólstein og Edward Fuglø vístu runt og søgdu frá. Síðani varð vitjað á Føroya Bjór og á taravirki á Funningsfirði ávegis til Havnar.

Í dag fáa tey m.a. kunning um FarGen-verkætlanina og eisini um Landssjúkrahúsið, áðrenn leiðin liggur til Keypmannahavnar seinni í dag.

Sjúrður Skaale hevur verið formaður í Føroyanevndini, men er avtalað, at seinnu hálvu av skeiðinum verður tað Magni Arge, sum verður formaður.