Føroyar í bólk við Danmark

Føroyska manslandsliðið í hondbólti skal spæla móti Danmark í undankappingini til EM 2020

Føroyar komu í bólk við Danmark, Montenegro og Ukraina í undankappingini til EM 2020 í manshondbólti.

 

Fyri løtu síðani var lutakast til undankappingina í EM, ið verður hildið í Svøriki, Noregi og Eysturríki í januar 2020.

Lutakasti gekk friðarliga og væl fyri seg, tó at áskoðararnir viðhvørt hoyrdust tá áhugaverdar bólkasamansetingar komu fyri.

Hetta hendi eitt nú, tá ið Kroatia og Serbia komu í sama bólk, eins og tað eisini hoyrdist í salinum tá ið Grikkaland og Turkaland endaðu í sama bólki.

Og tað hoyrdist sanniliga eisini tá ið Føroyar gjørdist seinasta liðið í bólki 8, saman við Danmark, Montenegro og Ukraina.

 

Dystirnir vera spjaddir yvir næsta árið, og hvørt lið skal møta hvørjum, bæði á heimavølli og útivølli.

Dystirnir skulu avgreiðast soleiðis at fyrstu tveir dystirnir vera leiktir millum 24. og 28. oktober 2018, næsti tveir dystirnir millum 10. og 14. apríl 2019 og seinastu tveir dystirnir millum 12. og 16. juni 2019

 

Lutakastið endaði við hesum bólkum:

 

Bólkur 1: Týskland, Pólland, Ísrael, Kosovo

Bólkur 2: Kroatia, Serbia, Sveis, Belgia

Bólkur 3: Makedonia, Ísland, Turkaland, Grikkaland

Bólkur 4: Slovenia, Niðurlond, Lettland, Estland

Bólkur 5: Hvítarussland, Kekkia, Bosnia-Hersegovina, Finland

Bólkur 6: Frakland, Portugal, Litava, Rumenia

Bólkur 7: Ungarn, Russland, Slovakia, Italia

Bólkur 8: Danmark, Montenegro, Ukraina, Føroyar