Føroyar Banki góðkendur sum ráðgevi á virðisbrævamarknaði

Føroya Banki hevur fingið góðkenning sum Certified Adviser á alternativa virðisbrævamarknaðinum, First North Við góðkenningini kann bankin virka sum ráðgevi hjá fyritøkum, ið lata seg skráseta á First North, skrivar foroya.fo

First North er tann lítli virðisbrævamarknaðurin hjá OMX- marknaðunum, har smærri fyritøkur lata seg skráseta.

Hugsast kann, at føroyskar fyritøkur, ið vilja lata seg skráseta, fara at velja First North, og nú kann tað so gerast við Føroya Banka sum ráðgeva.

- Ein børsskráseting krevur, at eitt millumlið er millum fyritøkuna og virðisbrævamarknaðin, sum skal standa fyri skrásetingini og millum annað tryggja, at øll krøv verða uppfylt bæði fyri og eftir skrásetingina. Hendan leiklutin taka vit fegin á okkum, tá føroyskar fyritøkur fara á First North, sigur John Rajani, leiðari á Corporate Finance-deildini hjá Føroya Banka við foroya.fo.

Rajani helt fríggjadagin 7. mars fyrilestur á Shipping Føroyar 2008 um, hvussu reiðarí kunnu lata seg børsskráseta fyri at fáa til vega meira kapital. Hesin háttur at fáa meira kapital eydnast ofta væl, vísti hann á. Millum annað tá Atlantic Petroleum fór á børsin.

Frammanundan er Eik-samtakið skrásett á First North sum Certified Adviser og hevur børsskrásett fyritøkur.