Føroyar bjór vil bryggja sterkt

Føroya Bjór heilsar einum uppskoti um loyvi at bryggja sterkt øl vælkomið, men bert um ølið kann seljast úr goymslunum hjá Føroya Bjór.

- Vit hava søkt um loyvi at bryggja sterkt øl í minst 20 ár, men enn hevur tað verið til fánýtis. Verður 5,8% markið nú avtikið, so verður tað ein bæði spennandi og stór avbjóðing hjá okkum, sigur Einar Waag.

Men tað er fyri Føroya Bjór alt avgerandi, at bryggjaríið sleppur at selja ølið á egnu goymslunum kring landið.

Skal alt ølið seljast í deildunum hjá Rúsdrekkasølu Landsins, so hava vit ongan áhuga í uppskotinum. Tí hendir tað, fer okkara øl at detta burtur ímillum í floyminum av útlendskum øli, ið heilt víst fer at verða flutt inn, sigur Einar Waag.

Stjórin á Føroya Bjór sigur, at Ísland í tilsamans 75 ár hevði forboð móti sterkum øli, men bryggjaríini kundu tó bryggja sterkt til útflutnings.

- Allir vinnumálaráðharrar síðani Ivan Johannesen hava fingið okkara umsókn um at bryggja sterkt øl, tað hevur mest verið ætlað til útflutnings, tí vit hava ikki rættiliga trú upp á, at loyvi fór at verða givið til sterkt øl í Føroyum, sigur Einar Waag.