Føroyar boykotta fýra lond

Føroyar eru í holt við at fáa í lag fríhandilssáttmálar við Kina og Russland, umframt longu at hava ein undirskrivaðan sáttmála liggjandi við Turkaland, ið einans vantar endaligu staðfestingina.

 

Hóast ivasomu eyðkennini fyri tær tríggjar tjóðirnar, sum Føroyar stremba á at fáa í lag fríhandilsavtalur við, minnir uttanríkisráðharrin, Poul Michelsen, á, at handil og moralur eiga at verða skild hvør frá øðrum.

 

Les eisini: Handil er handil

 


Áður hava Føroyar tó fylgt altjóða tilmælum og ásetingum, og sett í verk handilstiltøk móti londum, ið fara lættliga um mannarættindi ella har ófriður valdar. Tey virkandi revsitiltøkini er móti Irak, Somaliu, Liberia og Sierra Leona.

 

Irak

Síðani 1994 hevur verið handilsforboð móti Irak.

 

Ikki er loyvt at innflyta irakskar vørur til Føroya, ella yvirhøvur nýta skip ella flogfør, sum eru skrásett í Føroyum, til at flyta irakskar vørur við. Føroyingar hava eiheldur loyvi at selja ella veita vørur og tænastur til Irak – uttan mun til hvaðani vørurnar ella tænasturnar hava sín uppruna. Verður handilsforboðið brotið, kann lógarbrótarin í ringasta føri fáa upp til fýra ára fongsulsrevsing.

 

Somalia og Liberia

Í ávikavist 2004 og 2002 setti løgtingið í verk handilstiltøk móti Somaliu og Liberia sambært samtykt hjá Sameindu Tjóðum. Tað er tískil bannað veita londunum vápn, lóður, hernaðarútbúnað, hernaðarakfør ella -útgerð. Somuleiðis er bannað at veita teimum tøkniliga ráðgeving, venjing ella aðra hjálp til frama fyri hernaðarligum endamálum. Verður lógin brotin, kunnu lógarbrotini føra við sær upp í fýra ára fongsulsrevsing.

 

Handilstiltøkini eru framvegis galdandi.

 

Sierra Leona

Í 2002 samtykti Løgtingið lóg um handilstiltøk mótvegis Sierra Leona, ið framvegis er galdandi.

 

Handilstiltøkini forða føroyingum at flyta inn óslípaðar diamantar úr Sierra Leone til Føroya. Tey, sum flyta óslípaðar diamantar til Føroya kunnu verða revsaði við upp í fýra ára fongsulsrevsing.