Føroyar detta aftur á FIFA-lista

Føroyar fara trý pláss aftur á nýggjasta styrkislistanum hjá FIFA, og europeiskar smátjóðir sum Andorra, Malta og Liktinstein liggja frammanfyri Føroyar á styrkislistanum

Tað vóru dagar, tá ið Føroyar kundu kalla seg sterkasta smátjóðin í Europa, men soleiðis er ikki longur.
Úrslitini hjá fótbóltslandsliðnum hava ikki verið so góð, sum tey onkuntíð hava verið, og seinastu árini eru Føroya støðugt gingnar aftur á FIFA-styrkislistanum.
Á nýggjasta listanum, sum varð kunngjørdur í dag, eru Føroyar nummar 135 av teimum 205 fótbóltstjóðunum í heiminum, og tað eru trý pláss verri enn í síðsta mánaði.
Nú eru aðrar pinkutjóðir í Europa frammanfyri okkum at FIFA-listanum. Malta er nummar 122, Liktinstein nummar 124, Andorra nummar 127, og Kasakhstan, sum hevur ligið aftanfyri Føroyar, er nú farið fram um.
Føroyar kunnu tó framvegis líta niður eftir listanum og finna fótbóltstjóðir sum San Marino og Luksemborg aftanfyri okkum.

Týskland eftir hæli
Sterkasta fótbóltstjóð í heiminum er sambært FIFA-styrkislistanum Brasil, og Kekkia er nummar 2. Hini londini í topp 10 eru: Holland, Argentina, USA, Spania, Meksiko, Frakland, England og Portugal.
Fremsta norðurlandið er Danmark, sum liggur nummar 10. Svøríki er nummar 16.
Vertstjóðin til HM-endaspælið í summar, Týskland, stendur seg ikki serliga væl á FIFA-styrkislistanum. Úrslitini hjá Týsklandi hava ikki verið tey bestu, og nú er landið nummar 22  aftanfyri lond sum Iran, Japan, Egyptaland og Nigeria.
Grannar okkara Ísland fara eitt pláss aftur á nýggjasta listanum og liggja nú sum nummar 97.
Veikasta fótbóltstjóðin í heiminum er sambært FIFA Amerikanska Samoa.