- Føroyar gera ikki nokk fyri at verja kvinnur ímóti harðskapi.
Tað hevur ST staðfest.
Føroyar hava tikið undir við CEDAW sáttmálanum.
Tað stendur fyri ”Convention on Elimination of Discrimination Against Women”, Hetta verður eisini nevndur Kvinnurættindasáttmálin.
Sostatt hava Føroyar bundið seg til at at liva upp til tey mannarættindakrov, sum hesin sáttmáli ásetur.
Men tað gera Føroyar ikki, staðfesti Jacoba Kruse, aðalskrivari í Amnesty International í Føroyum í almennari hoyring í Miðlahúsinum síðsta mikukvøld um mannarættindi.
Hon staðfestir, at tá ið Føroyar hava tikið undir við sáttmálnum, merkir tað eisini, at ST fylgir við um Føroyar halda hann.
- Tá Cedaw nevndin hjá ST í fjør kannaði um Føroyar livdu upp til ásetingarnar í sáttmálan, var niðurstøðan, at tað verður als ikki gjørt nóg mikið í Føroyum fyri at basa harðskapi móti kvinnum.
- Cedaw nevndin var ørkymlað um at lóggáva manglar í Føroyum við tí endamáli at verja kvinnur móti harðskapi.
- Nevndin var eisini ørkymlað av, at vit ongi hagtøl hava sum vísa, hvussu umfatandi hesin trupulleikin við harðskapi ímóti kvinnum er í Føroyum.
Aðalskrivarin í Amnesty í Føroyum heitti sostatt á Føroyar, um at styrkja arbeiðið við at basa hesum álvarsliga trupulleika og seta í verk eina heildarætlan, har landsins myndugleikar í felag virka fyri at steðga harðskapi móti kvinnum.
Kortini staðfestir hon, at enn hava føroyskir myndugleikar ikki tikið nøkur stig fyri at liva upp til niðurstøðuna hjá Cedaw nevndini.
Tí heita bæði Amnesty International og Kvinnuhúsið á myndugleikarnar um at taka niðurstøðuna til eftirtektar og seta neyugu tiltøkini í verk.
Les eisini greinina: Næstan hvønn dag biðjur ein kvinna um hjálp og greinina: Offrini fyri harðskap fáa ov lítla hjálp, umframt greinina: Almennur fundur um harðskap ímóti kvinnum