Tað eru nógvir føroyingar, sum arbeiða uttanlands, bæði sjófólk og fólk innan ymiskar tænastur til fiski-og alivinnuna. Ein av teimum, sum kemur nógv runt í sínum arbeiði, er Sofus Geregersen, sølustjóri hjá Klaksvíkar Sleipistøð.
Við heimasíðun hjá Varðanum í Gøtu, sigur Sofus Gregersen, at føroyingar eru afturútsigldir, tá ræður um endurnýggjan av fiskiskipaflotanum, men samstundis reypa vit okkum av at hava gott sjófólk.
Sofus Gregersen vísir á, at lond, sum eru í holt við at endurnýggja sín fiskiflota - lond, sum bæði hava bygt, byggja og umhugsa nýggj fiskiskip - eru eitt nú Noreg, Danmark, Grønland, Hetland, Skotland, Írland, Norðurírland, Svøríki, Týskland, Háland, Rusland og lutvíst Kanada.
- Tann, sum brúkar betri amboð, hevur sum oftast eisini betri kappingarføri, sigur Sofus Gregersen, sum annars vísir til hesa greinina, sum vit leggja leinkjuna til her niðanfyri -