Greiður boðskapur
Ábendingarnar frá ES-kommiserinum eru greiður: “ES ynskir at fáa londini fyri norðan, tvs. Ísland, Norra og Føroyar, inn í felagsskapin, og tí kann hugsast at Føroyar kunnu fáa góðar sømdir í upptøkusamráðingum.”
Sjálvandi kann ein kommiserur ikki geva lyfti ella bindandi tilsøgnir um sømdirnar, men hann kann koma við ábendingum, soleiðis at farast kann aftur til baklandið og soleiðis at eitt sakligt kjak kann taka seg upp.
Hetta er júst tað, ið Edmund Joensen hevur tryggjað sær frá kommiserinum. Tað er at fagnast um, tí hetta er stimbur til kjakið um føroyskan europapolitikk, sum í løtuni fokuserar einoygt uppá EFTA-limaskap.
Undantøk fyri fiskivinnupolitikkin
Týdningarmesta undantakið fyri Føroyar er sjálvsagt fiskivinnupolitikkurin.
Tað hevur verið ført fram ferð eftir ferð, at tað ikki er gjørligt fyri Føroyar at fáa undantak fyri fiskivinnupolitikkinum, men júst henda mytan er nú manað í jørðina.
ES-kommiserurin gevur ábending um, at tað er sannlíkt, at ES er sinnað at lata Føroyum undantak á hesum økinum. Hetta er ein sera týðandi upplýsing at fáa frá ES, sum kollveltur allan søguligan kritikk móti, at Føroyar gerast partur av ES.
Um gjørligt er at fáa undantak fyri fiskivinnupolitikkinum – hvat er so í vegin fyri at gerast partur av ES?
Væl fyriskipaður fundur
Ført hevur verið fram, at talan var einans um túnatos – kaffiprát – korridorsnakk – og ikki um nakran veruligan fund. Hetta er beinleiðis ósatt!
Talan var sjálvsagt um óformligan fund, tí tað er jú einans landsstýrið, ið kann hava formligar fundir við samráðingum við ein mótpart av hesum slag. Men ein óformligur fundur er als ikki tað sama sum túnatos!
Fundurin var fyriskipaður gjøgnum formligu ambasadu-kanalirnar, ið vit hava atgongd til, gjøgnum ríkið. Dagsskráin fyri fundin, við spurningum til kommiserin, var væl og virðiliga avtalað frammanundan, so kommiserurin hevði fyrireikað seg væl og virðiliga fyri at kunna svara spurningunum.
At kritisera fólkatingsmannin fyri undirgravandi virksemi er ósømiligt. Tvørturímóti hevur hann greitt hildið seg til formligar kanalir á diplomatiskum stigi.
Ótrúliga stórir fyrimunir
Fyrimunirnir fyri Føroyar og føroyska vinnulívið eru eyðsýndir. Møguleikarnir fyri nýggjum útflutningi, at skapa vørumenning, at styrkja mentanina, at menna landið eru munandi betri við einum ES-limaskapi enn tá vit eru uttan fyri ES.
Í mong ár hevur vinnulívið merkt sviðan av at standa uttan fyri felagsskapin. Vit hava verið noydd til at innrætta okkum eftir lógum og direktivum úr ES – stutt sagt: Vit hava fingið vansarnar men ikki fyrimunirnar.
Nú stendur hurðin endiliga opin fyri, at vit kunnu fara eftir fyrimununum!
Kostnaðurin av ES-limaskapi er, at vit skulu opna okkara dyr á sama hátt sum ES. Hetta merkir í stuttum, at vit skulu halda áfram við somu avtalum við ES, sum vit longu hava. Ein broyting vil tó vera, at tá t.d. almenn arbeiðir verða boðin út, skulu tey bjóðast út í øllum ES, eins og vit eisini fáa rætt til at bjóða uppá øll almenn arbeiðir í ES.
Hetta er ein ógvuliga avmarkaður kostnaður, tá man sær allar fyrimunirnar fyri sær – hetta er jú okkara suverent størsti marknaður og ein sera ríkur marknaður at fáa atgongd til.
ES-leiðin tykist greið
Eftir at nýggju upplýsingarnir eru komnir á borðið tykist ES-leiðin greið. Hetta er rætta leiðin at ganga.
Tað kundi verið áhugavert at hoyrt frá vinnulívinum, um hvørji sjónarmið vinnan hevur uppá nýggju áhugaverdu upplýsingarnar, sum nú eru komnir á borðið.